Heilsan úr Stockholm


Besta mansliðið hjá felagnum fór í gjár til Svøríkis í samband við Europa League dystin móti Gefle IF, sum verður á Råsunda leikvøllinum í Stockholm hóskvøldið kl. 18 føroyska tíð.

Seinnapartin í gjár varð vant á vøllinum hjá Sollentuna United, og um kvøldið varð við spenningi hugt at fyrru HM-hálvfinaluni. Dúgliga varð gitt um úrslitið undan dystinum, og var tað Heðin, ið dugdi best at gita.

Fyrrapartin í dag varð fyrireikandi fundur um dystin í morgin. Seinnapartin varð farið ein stimitúr í skergarðinum uttanfyri Stockholm í góðveðrinum, og síðan varð vant á stásiliga Råsunda leikvøllinum. Dagurin endaði við enn eini HM-hálvfinalu á hotellinum.

Lagið í hópinum er gott undan dystinum, og hava okkara dreingir havt tvær góðar venjingar í góðum umstøðum her í Stockholm.
[nggallery id=53]

Líknandi tíðindi