Heiðurligt tap á Craven Cottage: Fulham-NSÍ 3-0

NSÍ tapti í gjárkvøldið 3-0 móti Fulham FC á Craven Cottage í London í fyrra dystinum í fyrsta undanumfari av Europa League kappingini hjá UEFA.

Sjálvandi ynskja vit altíð at vinna. Og sjálvandi ynskja vit altíð at koma víðari í kappingini. Men fleiri viðurskifti gera, at hetta úrslitið er gott.

Hjá okkum manglaðu Razak og Mamuka, ið ikki fingu innferðarloyvi til tíðina, og Einar. Bæði manning og spælskipan vóru øðrvísi enn tað, vit vanliga síggja í heimligu kappingini.

Vit spældu á útivølli móti einum fullmannaðum Fulham-liði, har allir menn gjørdu sítt ítarsta fyri at vísa nýggja venjaranum, Martin Jol, ið hevði sín fyrsta dyst við róðrið, at teirskulu hava fast pláss á vøllinum undir honum. Fulham byrjaði við hesum inni: Mark Schwarzer, Brede Hangeland, Chris Baird, Andrew Johnson, Danny Murphy, Damien Duff, Aaron Hughes, Dickson Etuhu, Bobby Zamora, Matthew Briggs og Simon Davies.

Og ikki minst stóðu okkara dreingir stinnir í stórum pørtum av dystinum móti einum ágangandi Fulham-liði, ið varð borið fram av eini 15.000 heimaáskoðarum, ið róptu “Shoot! Shoot!”, hvørja ferð teir nærkaðust okkara brotsteigi.

NSÍ er vanliga spælstýrandi í heimligum dystum, men í gjár var spælskipanin meira verjukend. András var aftasti skansin. Jónhard, Helgi, Jens og Petur Pauli mannaðu verjuna. Jústinus spældi beint aftanfyri miðjuna. Christian Høgni og Heðin vóru sentralir. Debes og Jann Martin vóru á kantunum og Klæmint einsamallur frammi. Á bonkinum vóru Kristian, Magnus, Andrias, Magnus Pauli og Árni.

Tað var eingin ivi um, at heimaliðið var meiri ágangandi allan dystin, og so var eisini í byrjanini. Duff var lívligur í høgru síðu, og komu Fulham til fleiri horna beinanvegin. Eftir eini 6-7 minuttir komu vit eitt sindur longur fram á vøllin. Jústinus og Jónhard spældu væl saman, men bólturin til Jann Martin var ov stuttur. Minuttin seinni lyfti Debes bóltin uppum Fulham-verjuna, men Klæmint fekk ikki fatur á honum.

Simon Davies var eisini lívligur í vinstru síðu, men Helgi og Jens í miðverjuni vóru tryggir, hóast vit í fleiri førum noyddust at geva hornaspørk.

Christian Høgni vísti sína rutinu, tá hann í fleiri førum royndi at halda uppá bóltin, eftir at vit høvdu fingið fatur á honum. Men í stórum pørtum av dystinum runnu vit aftaná, og kravdi hetta stóra orku.

Í 14. minutti royndi Zamora seg við einum forlongdum høvdara beint á Gango. Og minutti seinni blokeraði Helgi einum góðum skoti frá Johnson.

Sum fráleið fekk NSÍ fleiri fríspørk, tá heimaliðið fór ov hart í okkara menn. Klæmint var nokkso einsamallur í álopinum, og móti risanum Hangeland var trupult at vinna luftbóltar. Klæmint vann okkum fríspark í 16. minutti, og Christian Høgni í 20. Í báðum førunum sendi Heðin bóltar innfyri til Petur Paula.

Eitt gott álop í 24. minutti, tá Jann Martin tordi at føra bóltin fram í høgru síðu, endaði við einum NSÍ innkasti. Frá innkastinum hevði Jústinus eina naska skotroynd úr høgru síðu, har bólturin støkk framvið handaru stong.

Tað sást, at Fulham-spælararnir vóru frustreraðir um støðuna, men í 32. minutti komu teir eitt sindur heldiga á odda. Damien Duff skjeyt bóltin millum vinir og fíggindar uttanfyri brotsteigin mitt fyri. Bólturin varð umvegis eitt Fulham-bein avrættaður í málið. 1-0.

Jann Martin fór aftur frammeftir í høgru síðu í 40. minutti. Hetta álopið endaði við, at Heðin fekk eitt skot mitt fyri. Løtu seinni vann Klæmint eitt hornaspark eftir útspark frá Gango. Yvirhøvur tóktist vøllurin at vera stuttur – útsparkini fóru mangan langt.

Við endan á fyrra hálvleiki sendi Danny Murphy eitt gott fríspark móti málinum, men Gango bjargaði meistarliga. Hálvleiksstøðan var sostatt bert 1-0 til heimaliðið. Okkara dreingir høvdu stríðst væl, og enn var alt at spæla fyri.

Sum væntast kundi, skrúvaði heimalið uppaftur meiri upp fyri álopsspælinum í seinna hálvleiki. Duff kom meiri inn á miðjuna, og var ein marra við sínum skjórleika. Samstundis bleiv spælt sera skjótt.

Gango bjargaði einum skoti frá Zamora til horna í 51. minutti. Og í 54. minutti bjargaði hann aftur – hesa ferð einum høvdara frá Hughes.

í 59. minutti var Klæmint nær við at fáa fatur á einum bólti eftir gott samanspæl við Christian Høgna.

Fulham fekk eitt heldur ivasamt brotsspark í 61. minutti, tá Helgi varð dømdur at fella Davies í brotsteiginum. Í fyrstu atløgu dømdi dómarin ikki, men hann broytti síðani meinng og gav samstundis Helga gula kortið. Danny Murphy sendi Gango til vinstru og bóltin til høgru – nú var støðan 2-0.

Støðan var framvegis meiri enn heiðurlig, og vónin um eitt útimál livdi enn.

Um tað vóru krefturnar, ið vóru við at ganga undan, skal vera ósagt, men vit tveittu bóltin í so nógv burtur. Klæmint vann okkurt fríspark, og Gango hevði fleiri góðar bjargingar.

Fulham gjørdi sína fyrstu skifting í 70. minutti, tá Bjørn Helge Riise kom inn fyri Simon Davies. Minuttin seinni fekk Fulham sítt triðja og besta mál, tá tað við skjótum samanspæli gjøgnum NSÍ-verjuna eydnaðist Andrew Johnson at skora til 3-0.

Steve Sidwell kom inn fyri Dickson Etuhu í 75. minutti. Gango hevði eina dupultbjarging í 76. minutti. Og í 79. minutti komu Árni inn fyri Debes og Lauri Dalla Valle inn fyri Bobby Zamora.

Árni var beinanvegin lívligur, og mundi tað eydnast honum og Heðin at sent Klæmint avstað móti málinum í 80. minutti, men rangstøða varð dømd. Árni mundi sloppið leysur í 87. minutti. Og beint aftaná kom Magnus á vøllin fyri Jann Martin.

4 minuttir vórðu lagdir aftrat vanligu leiktíðini. Magnus hevði góðan skotmøguleika útifrá í yvirtíðini, men skotið fór við síðuna av. Móti endanum av dystinum kom Andrias á Líknargøtu inn fyri Klæmint.

Endaliga úrslitið gjørdist 3-0 til Fulham, og hava teir tí eina trygga leiðslu undan seinna dystinum á Svangaskarði hósdagin um eina viku.

Men tá hava vit allar menn tøkar, og í eini steypakapping má ein trúgva uppá møguleikan at koma víðari, inntil seinasta bríkslið hevur ljóðað.

Dreingirnir hjá okkum, ið stríddust so manniliga á Craven Cottage, hava fingið eitt upplivilsi fyri lívið. Teir hava spælt væl móti heimsstjórnum á einum søguligum Premier League leikvølli.

Eina serliga tøkk eiga trúføstu fjeppararnir, ið vóru komnir langu leiðina til London at stuðla vespunum. Fleiri ferðir rungaðu teirra róp á Craven Cottage.

Dysurin næsta hósdag verður neyvan upptikin og sendur, eftirsum framleiðslukostnaðurin er so stórur. Tí heita vit á øll, sum kunnu krúpa ella ganga, um at koma á Svangaskarð næsta hóskvøld. Við dygum stuðli er kanska tað ógjørliga gjørligt 😉

Fulham FC-NSÍ 3-0
1-0 Damien Duff 32 min.
2-0 Danny Murphy 61 min.
3-0 Andrew Johnson 71 min.

NSÍ:
András, Jónhard, Helgi, Jens, Petur Pauli, Jústinus, Christian Høgni, Heðin, Debes (79′ Árni), Jann Martin (87′ Magnus), Klæmint (90′ Andrias). Á bonkinum eisini Kristian, Magnus Pauli.

Myndir koma seinni.

Líknandi tíðindi