Betri-liðini

Heiðurligt úrslit í Stockholm


Europa League: Gefle IF-NSÍ 2-1

Karmarnir kring seinna dystin í fyrsta undanumfari av Europa League kappingini ímillum Gefle IF og NSÍ í Stockholm vóru av teimum bestu. Tað var heitt, eini 26 stig, men skýlini á søguliga Råsunda leikvøllinum vóru so mikið høg, at sólin ikki stóð niður á vøllin, tá dysturin byrjaði kl. 19. 380 fólk høvdu leitað sær til dystin, av hesum áttu vit eini 30. Rúmligt var á leikvøllinum, ið rúmar eini 35.000 fólkum!

Gefla IF vann fyrra dystin, sum varð leiktur í Gundadali fyri viku síðan, 2-0. Bæði liðini vistu tí, hvat var kravt av teimum.

Liðskiparin hjá okkum, Christian Høgni Jacobsen, hevði fingið fríð, og var tí ikki við í Svøríki. Hetta hevði við sær, at í hvussu so er ein leikari kom at verða øðrvísi í sigursvandu byrjunaruppstilingini hjá okkum.

Tað bleiv Erland B. Danielsen, ið fekk kjansin frá byrjan. Hann leikti offensivur á miðjuni aftanfyri Klæmint í álopinum. Annars vóru hinir teir somu: András, Jónhard, Jens, Jóhann, Einar, Jann Martin, Jústinus, Jann Ingi og Heðin.

Gongdin í spælinum var nakað tann sama, sum vit sóu í fyrra dystinum. Gefle IF spældi sera beinleiðis við langum sendingum fram til skjótar menn. Teir lúrdu uppá kontramøguleikar. NSÍ hevði hinvegin nógv av spælinum. Álopini vóru bygd upp við stórum tolni, men ov sjálvdan kom skotroynd burturúr.

Fyrstu 10 min. hevði Gefle yvirvág í spælinum. Ein skotroynd var uppum í 3. minutti, og eitt horna til teir í 8. minutti. Næstu 10 minuttirnar vísti NSÍ gott spæl frameftir. Royndir vóru at koma framvið í síðunum, og í tveimum førum megnaði Jann Martin at fáa bóltin inn fyri, samstundis sum Erland hevði eitt innlegg í vinstru síðu.

Eins og í fyrra dystinum, fekk Gefle eitt heppið mál, júst sum vit vóru spælstýrandi. Vit vóru tíverri nakað leysir á egnari hálvu, og endaði tað við, at Jann Ingi steðgaði Gerndt ólógliga. Fríspark varð dømt beint uttanfyri 16-meturin í okkara vinstru síðu, og Jann Ingi fekk gult kort. András fekk ikki hildið frísparkinum, og var Daniel Bernhardsson fyrstur á bóltinum og skoraði trygt – 1-0 til Gefle.

Uppgávan hjá NSÍ bleiv við hesum truplari, men okkara dreingir stríddust manniliga. Klæmint fangaði ein leysan bólt í 26. minutti, men avleveringin fann ikki rættiliga Jann Martin, ið var á ferð gjøgnum Gefle verjuna. Erland spældi Klæmint leysan í høgru síðu í 27. minutti, men málmaðurin hjá Gefle tók skotið. Og Jann Martin hevði eitt skot úti frá í 33. minutti.

Í 34. minutti noyddist Einar av vøllinum við einum lærskaða, og kom Karoly inn fyri hann. Hetta hevði við sær, at Heðin fór aftur á vinstra bakk, Jann Martin skifti yvir í vinstru síðu, Klæmint fór í høgra borð og Karoly fram.

Erland hevði eitt skot í 39. minutti, og Klæmint royndi seg við einum skotið beint áðrenn hálvleik. Hóast Gefle ivaleyst var meira vandamikið hendan hálvleikin, høvdu vit minst líka nógv av spælinum.

Fyrstu løtuna í øðrum hálvleiki endurtók mynstrið seg. NSÍ royndi at byggja upp fyri at fáa okkurt burturúr dystinum, meðan Gefle dúvaði uppá kontra.

Karoly var lívligur og megnaði í fleiri førum at bindu fleiri Gefle leikarar, tá teir stríddust um bóltin.

Í 53. minutti fekk Jens gult kort fyri at hála í eina Gefle-blusu beint uttanfyri 16 meturin. Frísparkið hjá Gerndt fór í tvørtræið og niður og út í spælið aftur.

Í 58. minutti hevði Heðin eitt gott innlegg úr vinstru til Karoly, ið høvdaði. Og í 60. minutti hevði NSÍ enn eitt gott álop, men seinasta avleveringin var ov óneyv.

Og so hendi tað aftur. Hasse Berggren, ið júst var skiftur inn hjá Gefle, trekti í 62. minutti inn í 16 meturin úr høgru síðu. Hann skjeyt lágt móti nærmaru stong. Bólturin rakti stongina og síðani András, ið hevði tveitt seg, og endaði í málinum. 2-0 til Gefle IF.

Okkara dreingir vóru tó uppsettir uppá at fáa nakað gott burturúr dystinum, og hildu tí áfram við at spæla tað góða spælið og søkja at Gefle málinum.

Debes kom inn fyri Klæmint í 70. minutti. Í 71. minutti hevði Karoly eitt gott skot útifrá, ið fór dygst framvið málinum. Erland vann eitt fríspark uttanfyri 16 meturin í 75. minutti. Jann Ingi lyfti bóltin vandamikið innfyri, men tíverri fekk ongin beint hann í málið.

Í 76. minutti hevði Karoly eitt skot eftir gott gjøgnumspæl i høgru síðu við innleggi frá Jann Martin. Løtu seinni fekk Erland gult kort. Í 80. minutti fekk Karoly sín størsta kjans higartil eftir upplegg frá Jústinus. Tíverri fór skotið uppum.

Í 84. minutti kom Árni Frederiksberg á fyrsta sinni inn á besta liðið hjá NSÍ, tá hann varð skiftur inn fyri Erland. Og longu í 87. minutti rann Árni skjótt fram í vinstru síðu, har hann fekk eina langa diagonala sending frá Karoly. Innleggið frá Árna til nærmaru stong var flætt og hart, og mundi Debes skorað. Vit fingu tvey skjót horna burturúr stríðinum.

NSÍ kom aftur væl ígjøgnum í høgru síðu í 90. minutti, uttan at tað gav úrslit.

Men í yvirtíðini bragdaði. Karoly fekk við seinasta skotinum í dystinum eitt gott mál úr vinstru síðu eftir fríspæling frá Debes.

Hetta var sjálvandi ov lítið ov seint, men gav okkum hóast alt eitt gott úrslit á útivølli móti einum liði úr bestu svensku deildini.

Onkursvegna sat man aftur við kensluni, at vit í stóran mun áttu dystin, meðan hinir skoraðu. Um fyrri dysturin fór okkara veg, kundi alt verði øðrvísi, men tað bleiv tað ikki hesaferð.

Í øllum førum kann staðfestast, at vit í løtuni, við tveimum teprum ósigrum móti Gefle, ikki standa so nógv aftanfyri heilprofessionellu liðini í Svøríki. Reint fysiskt tykjast yrkisleikararnir at vera betur fyri, teir eru kanska eisini heldur skarpari í avgerandi løtum, men tá tað kemur til samanspæl, samanhald og stríðsvilja, eru vit einki aftanfyri. Vit eitt sindur av hepni, kundu vit saktans farið víðari í hesi kappingini.

Europa League luttøkan í ár er ivaleyst góður lærdómur hjá okkara leikarum. Lærdómur, ið teir koma at fáa gagn av, bæði í heimligu kappingini, og í altjóða dystum í framtíðini.

Vit vóru: András, Jens (gula 54′), Jann Martin, Jústinus, Jóhan (liðs.), Jann Ingi (gula 20′), Einar (Karoly 35′), Klæmint (Debes 71′), Erland (gula 78′ Árni 85′), Jónhard, Heðin.

Á beinkinum annars: Kristian, Per og Monrad.
[nggallery id=55]

Líknandi tíðindi