Gullhátíðarløta fyri FM vinnarunum Dreingir U-14 og U-16

Í samband við at Dreingir U-14 gjørdist Føroyameistarar og  Dreingir U-16 greipuvinnarar í 2012, skipar ungdómsnevndin fyri hátíðarløtu fyri gullvinnarunum mikukvøldið  31 oktober kl 19.00 í NSÍ hølunum.

Hátíðarløtan er fyri leikarum, venjarum, foreldrum, systkum og onnur avvarðandi at leikararnum.

Á skránni eru talir, sangir og handan av heiðurskrónum.

Kaffi og køkur eru til tey eldru og sodavatn til børnini.

 

Verið hjartaliga vælkomin.

 

Ungdómsnevndin hjá NSÍ

 

SAMAN STANDA VIT STERK

 

 

 

Líknandi tíðindi