Grein frá Vespuni, Torbjørn Jacobsen borgarstjóri skrivar.

Bólturin er farin á rull aftur. Gentur og dreingir kring landið spela, krússa, venja, vinna og tapa higani og nakað væl fram á heystið, og fótbóltur er uttan samanbering tann ítróttin, sum hevur størstu undirtøkuna í landinum – bæði á vøllum og kring um vøllirnar. Sjálvt tjóðarítróttin – kappróðurin – hevur mist takið sum fremsta ítróttargrein í landinum. Kanska ikki í tign, men í undirtøku. Øll hava eina meining um bóltspælið, serliga tey sum ikki orka fyri fótbólti. Helst hevði George Orwell rætt, maðurin sum m.a. skrivaði bøkurnar 1984 og Kammerát Napoléon, táið hann tók soleiðis til: ”Football is war minus the shooting.”

 

Hóast nógv fer at verða skotið, innan- og uttanvert stólparnar, oman- og niðanfyri tvørstengurnar, teir næstu mánaðirnar. Ikki við krúti, – men kimiligum fótabløðum. Og soleiðis sum fótbólturin við tíðini er vorðin ein alt størri partur av lívinum hjá fólki, er hann farin at líkjast einum kríggi – hóast ongin krútroykur er at hóma. Metaforiskt liggur hann, roykurin úr andsbornum goturstykkjum, kortini innanskallað, tá bygdir dystast ímóti bygdum og býir ímóti býum. Leikararnir eru bara frontsoldátarnir – fólkið er herliðið, baktropparnir, sum akslar síni skinn við fronttropparnar, líka mikið hvussu víkir og vendur.

 

NSÍ fylti 60 ár í fjør. Felagið hevur vunnið nógv í ymsum disciplinum hesi árini, men kortini er bara eitt meistaraheiti í fremstu mansdeildini drigið inn um stokkin hendan helmingin av stórthundrað árum. Vit vónaðu og partvíst væntaðu tað í fjør, men tað gekk ikki heilt eftir vild, kortini var tað ein ófatiliga góð løta hetta kvøldið, ein flógv kensla, táið Petur Reinert bríkslaði finaluna um Løgmanssteypið av á Tórsvølli hin 26. august í 2017. Okkara leikarar leiktu sum stríðsmenn í kríggi, 90 minuttir á tamb, sum eitt trivaligt kollektiv, og prógvaðu tá so staðiliga fyri okkum og sær sjálvum, at tað ber til, at tað ber væl til at syfta kappingarneytunum á ovastu rókum í føroyskum fótbólti.

 

Ein stórur partur av spælinum er parlamenteranin ímillum dystirnar. Ofta verður tosað fram í hálvu vikuna um dystin, sum farin er – og um dystin í væntu fyri rest. Hetta er líkasum kultururin, ið hongur uppi við leikinum, og teir, sum manna brúnna á Vespureiðrinum hjá R7, John og Jonhard, megna harumframt so sera væl at halda øllum á kókinum í vælskipaðu og landsgitnu sendingum teirra mánadag eftir mánadag kappingarárið á tamb.

 

Fram undir kappingina á hvørjum ári verður nógv spjallað um, hvussu tað fer at vignast ymsu liðunum fram til kappingarlok. Allan veturin og fram á várið verður dúgliga gitt, mett um, snarað og vektað, og árið í ár er onki undantak. Disponeringarnar hjá NSÍ hava havt við sær, við nýggjum venjara og strategiskum keypi av fleiri leikarum, at liðið verður mett sum sum ein góður møguleiki til oddasessin í Betri-deildini. Brotssparkstapið um stórsteypið í dystinum fyri 14 døgum síðani sigur lítið og onki. Ikki meiri enn tað, at eyga skal haldast við føroyameistarunum, Víkingi, frá í fjør. Dysturin í Trongisvági fyri viku síðani gevur helst eina betri peiling av hvørjum væntanum vit skulu sita við. At vinna 4-0 har suðuri er ikki hvørsmansføri, men tað eigur á ongan hátt at vera atvoldin til, at alt verður tikið fyri givið, tað ið eftir er av árinum. Tað ræður um at fáa armarnar úr skýloftinum aftur, sum skjótast, tí hvør dystur fram eftir árinum verður ein beinhørð avbjóðing, skal oddasessurin haldast.

 

Dysturin í dag er týdningarmikil. Svongdin nívir KÍ, at ein býur við 5 túsund íbúgvum ikki hevur vunnið meistaraheitið síðani 1999 er teirra sorgarleikur. Ivaleyst ein traumatisk kensla hjá lokalpatriotunum eystanfyri Djúpini og norðanfyri Leirvíksfjørð. Vinna teir ikki í ár, so yvirganga teir sítt egna met í turki, táið teir ikki megnaðu at vinna føroyameistaraheitið í 19 ár – frá 1972-91. Í 1999 var Tony Paris teirra knattspyrnu Messias, nú er tað Mikkjal Thomassen, og hann og leikarar hansara hava harvið nakað at prógva. Hóast fótbóltsárið er ungt, so kann hesin dysturin fáa eina kolossala psykologiska effekt fyri tað sum eftir er av árinum. Fótbóltur verður í minst líka stóran mun leiktur innanskalla sum við beinum og fótabløðum, tí kann sálarliga yvirvágin av einum sigri í dag gera stóran mun. Munin á, um tú uppfatar teg sum vinnara ella tapara. Tá árið er at enda komið spyr ongin eftir taparanum.

 

NSÍ hevur leikararnar, venjaran og viðhaldsfólkið sum skal til fyri at vinna. Ikki bara ídag, men í øllum dystunum fram eftir árinum. Fyrrverandi stórliðið KÍ hevur brúk fyri einum sigri og einum føroyameistaraheiti, tí skal hvør einstakur NSÍ´ari og kollektivið rigga optimalt, um 3 stig skulu fáast burturúr hesum dystinum. Vit vóna og vænta tað besta, men tað krevur at vit øll leggja okkara positiva íkast í hesar 90 minuttirnar.

 

Fótbóltur er kríggj við ongum skotum, segði gitni rithøvundurin George Orwell. Soleiðis kenna vit áskoðarar og fjepparar tað eisini, og ímóti einum somikið truplum mótstøðuliði, sum KÍ, ræður um at sálarliga javnvágin er total, tí sum kendi franski heimspekingurin, Jean-Paul Sartre, tók til á sinni: ”Au football, tout est compliqué par la présence de l’équipe adverse. »

 

Í fótbólti gerst alt truplari, táið tú kemur í námind av hinum liðnum á sjálvum vøllinum. Ídag vænta vit kortini at NSÍ setur Mikkjalsmonnum stólin fyri hurðina og vinnur okkum ein søtan og trivaligan sigur.

 

Við føroyameistaraheitinum í væntu – koyr á NSÍ !

Líknandi tíðindi