Betri-liðini

Grátt og vátt við Margáir: EB/Streymur-NSÍ 5-1

NSÍ tapti 5-1 móti EB/Streymi við Margáir í dag. Árni skoraði okkara mál beint fyri hálvleik.

Tað nýtist ikki nøkur lang dystarfrásøgn í dag.

Mongu álopini hjá NSÍ, sum vit vanliga greiða frá, vóru færri enn vanligt. EB/Streymur sat á nógvum av spælinum, og gjørdu sær dælt av onkrum villum í uppspælinum hjá okkum og einum ruðuleika móti endanum av fyrra hálvleiki, har teir fingu 3 mál uppá 5 minuttir og avgjørdu dystin.

Undan dystinum var greitt, at NSÍ var skert. Christian Høgni og Jústinus vóru leikbannaðir. Jens og Debes vóru ivasamir undan dystinum, men vóru tó við.

NSÍ byrjaði við hesum 11: András, Jónhard, Petur Pauli, Jens, Einar (liðsk.), Árni, Fritleif, Heðin, Jann Martin, Mamuka og Klæmint. jens m 20

Vindur og regn var í Streymnesi og sera illfýsið. Tó duga bæði liðini at spæla bóltin niðri á vøllinum, so spælið bleiv tillagað eftir veðrinum.

Fyrstu 10 minuttirnar hendi lítið og einki. Tó vóru onkur órógvandi tekin at síggja. EB/Streymarnir virkaðu øgiliga uppsettir og vóru skjótir á hvørjum leysum bólti. Teir virkaðu grammari onkursvegna. Og hetta gav teimum fyrsta málið í 8. minutti, tá Leif skoraði, eftir at NSÍ hevði givið teimum bóltin á egnari hálvu.

Spælið hjá okkum hekk ikki so væl saman. Feilavleveringar vóru, og hóast vit høvdu eitt ávíst trýst eftir málið, komu mestsum eingir málmøguleikar burturúr.

Í 23. minutti endaðaði eitt vælspælt NSÍ-álop við, at eitt innlegg frá Mamuka úr høgru síðu til Jann Martin bleiv blokerað.

Heðin sendi eitt lágt skot útifra framvid høgru stong í 25. minutti, og Klæmint hevði eitt skot úr høgru síðu í 26. minutti.

Heðin fekk gula kort í 28. minutti.

Klæmint vann eitt fríspark beint vinstru meðin brotsteigin hjá EB/Streymi í 31. minutti, men skotið hjá Jann Martin fór uppum.

Í 32. minutti steðgaði Jens einum skjótálopi hjá EB/Streymi við at fella Leif, og fekk hann gula kort fyri tað.

Í 38. minutti misti NSÍ aftur bóltin í uppspælinum. Jens gjørdi fríspark og fekk sítt seinna gula kort, og noyddist tí av vøllinum.

Einar flutti inn í miðverjuna, meðan Heðin fór aftur á vinstra bakk.

EB/Streymur fekk brotsspark í 39. minutti, og setti Daniel Udsen bóltin í netið til 2-0. Einar fekk samstundis gult kort.

Í 43. minutti økti Pætur til 3-0, eftir at András í fyrstu atløgu bjargar einum skoti frá Hans Paula.

Og seinast í fyrra hálvleiki økti fyrst Gert til 4-0 við frálíkum langskoti, áðrenn Árni lyfti bóltin uppum René til 4-1. Á veg út til hálvleik segði eykamálverjin, Jens Martin, sína erligu meining við dómaran, og fekk hann gula kort fyri tað.

András var í fyrra hálvleiki darvaður av einum samanbresti í samband við fyrsta málið hjá EB/Streymi, og kom Jens Martin tí á vøllin í hálvleikinum. Samstundis kom Helgi inn í miðverjuna, meðan Mamuka varð skiftur út.

EB/Streymur hevði fingið sítt í dystinum, og løgdu tí ikki so nógv fyri í undanvindinum í seinna hálvleiki. Teir høvdu tó fleiri skot móti málinum hjá Jens Martin. Tvær ferðir raktu teir tvørtræið. Og Jens Martin hevði eisini fleiri góðar bjargingar.

Einasta málið í seinna hálvleiki skoraði Levi í 75. minutti.

Debes kom á vøllin fyri Heðin miðskeiðis í seinna hálvleiki. Vit høvdu okkurt álop, men vóru ongantíð við at venda dystinum. Vandamiklasti møguleikin hjá okkum var kanska frísparkið í einari góðari støðu í seinasta minutti. Hetta fór tó beint í múrin.

Samanumtikið var EB/Streymur betra liðið í dag. NSÍ var skert undan dystinum. Eitt reytt kort, eitt brotsspark og 3 mál uppá 5 minuttir løgdu lunnar undir stórtapið.

Vit mugu leggja hendan dystin afturum okkum sum skjótast. Vit møta 07 Vestur á heimavøllin longu mikudagin kl. 18, og tá mugu vit royna at verja okkara fjórða pláss í deildini.

EB/Streymur-NSÍ 5-1
8′ 1-0 Leif Niclasen
28′ Heðin á Lakjuni gult kort
32′ Jens Joensen gult kort
38′ Jens Joensen gult (reytt) kort
39′ Einar T. Hansen gult kort
40′ 2-0 Daniel Udsen (brotssp.)
43′ 3-0 Pætur Dam Jacobsen
45′ 4-0 Gert Aage Hansen
45′ 4-1 Árni Frederiksberg
46′ Jens Martin Knudsen gult kort
75′ 5-1 Levi Hanssen
85′ Egil á Bø gult kort

NSÍ: András (46′ Jens Martin), Jónhard, Petur Pauli, Jens, Einar (liðsk.), Árni, Fritleif, Heðin (60′ Debes), Jann Martin, Mamuka (46′ Helgi) og Klæmint.

Líknandi tíðindi