|

Fylgið NSÍ á twitter


NSÍ hevur nú stovnað ein twitterprofil. Twitter er ein sosial nettænasta, har til ber at skriva stutt boð og fáa boð frá øðrum, so hvørt boð verða løgd út.

Tænastan er serliga góð til at senda skjót boð til nógv fólk, og fæst til teldur og fartelefonir.

Tað er ókeypis at stovna sær ein twitter-profil. Hetta kann gerast á www.twitter.com.

Um tit sjálvi hava stovnað tykkum ein twitter-profil, kunnu tit fylgja við NSÍ-tíðindum við at fylgja við profilinum hjá NSÍ, sum eitur nsirunavikfc

Ætlanin er at twitta, tá okkurt nýtt er at frætta frá NSÍ.

Eitt tað fyrsta høvið verður ivaleyst í annaðkvøld, tá NSÍ spælir móti ÍF í Fuglafirði. Ætlanin er at geva boð um manningina, mál v.m., so hvørt sum tingini henda.

Í høgra bredda her á heimasíðuni verða boðini eisini at síggja, so hvørt tey verða send til twitter.

Líknandi tíðindi