FSF: Venjaraútbúgvingar 2012

Niðanfyri er yvirlit yvir venjaraskeið, sum hava verið ella ætlandi verða í 2012. Hesi skeið eru partur av venjaraútbúgvingarskipanini hjá Fótbóltssamband Føroya. Neyvari lýsing av skeiðunum og innbjóðing verður løgd á heimasíðuna so hvørt.

Skeiðini eru treytaði av nóg góðari undirtøku, og er tørvur á tí, vegna góða undirtøka, verður okkurt skeiðið endurtikið.

B-útbúgvingin

Skeið Dagar Freist Stað
B1 (20 tímar) 20.-22. januar 16. januar Tórshavn
B1 (20 tímar) 27.-29. januar 16. januar Leirvík
B1 Kv. (20 tímar) 3.-5. februar 16. januar Tórshavn
B1 (20 tímar) 24.-26. februar 20. februar Tvøroyri
B2 (50 tímar) 10.-12. & 17.-19. feb. 30. januar Tórshavn
B3 (50 tímar) 2.-4. & 9.-11. nov. 15. oktober Tórshavn
B4 (30 tímar) 22. mars – 14. juni 8. mars
B-próvtøka 8.-9. september 27. august Tórshavn
M2-málmansvenjaraskeið 2.-4. & 9.-11. mars 20. februar Tórshavn

 

Málmansvenjaraútbúgvingin

Á fyrsta sinni í Føroyum verður M2-málmansvenjaraskeið. Hetta er eitt framhald av M1 (málmansvenjaraskeið 1). Framyvir verður tað soleiðis, at M1 verður partur av B2-venjaraskeiðinum, sum tí eisini verður 50 tímar heldur enn teir 40 tímarnar, ið tað higartil hevur verið.

 

Impulsskeið

Skeið Dagar Freist Stað
TaxT & Puls-ur 14. januar 9. januar Tórshavn
Frá barni til ungdóm 17. mars 8. mars Tórshavn
Taktisk vening 18. mars 8. mars Tórshavn
Coerver venjing 3.-4. mai 26. apríl Tórshavn
Venjing við kvinnum Juni (ikki endaligt) Tórshavn

 

 

Kvinnur sum venjarar

Fótbóltssamband Føroya hevur sett sær fyri at gera nøkur átøk, sum kunnu vera við til at menna gentu- og kvinnufótbóltin í Føroyum. Millum annað við at fáa fleiri kvinnur at útbúgva seg sum venjarar.

Í hesum sambandi var B1-venjaraskeiðið 3.-5. februar, serliga ætlað gentum/kvinnum., umframt at øll FSF-venjaraskeiðini í 2012 eru ókeypis fyri kvinnur.

 

Impulsskeið

Umframt skeiðini sum eru nevnd omanfyri, vera nøkur sokallaði impulsskeið – skeið, sum ikki eru beinleiðis partur av útbúgvinginarskipanini, men sum skulu geva íblástur og eftirútbúgving til m.a. tey, sum hava A- ella B-útbúgving. Hesi skeiðini verða lýst so hvørt.

Líknandi tíðindi