Fótbóltsskúlin byrjar í morgin

Fótbóltsskúlin hjá NSÌ byrjar í morgin kl 09.00 og er hendan fyrsta dagin fyri teir yngstu genturnar og dreingirnir.

Mathias Davidsen er høvuðsinstruktørur og afturat sær hevur hann nógvar av kendu NSÌ leikarunum sum hava havt sína fótbóltsuppaling í felagnum.

Teir sum koma at hjálpa Mathiasi eru:

Jóhan Troest Davidsen, Einar Hansen, Viljormur Davidsen. Pól Johannus Justinussen, Karl Løkin, Bogi Løkin, Christian Høgni Jacobsen, Andy Olsen og Jens Martin Knudsen.

Venjingin verður skipað sum temavenjing har fótbóltsøkini eru, málmansspæl, verjuspæl, miðvallarspæl, kantspæl og álopsspæl og tey undirumráðini sum nátturliga eru knýtt at hesum spølum sum samanspæl, ymisk spørk, høvdaspæl, deyðbóltsstøður, driblingar o.s.fr.

Leikarnir vera bidnir um at hava síni egnu venjingarklæðir umframt egnan bólt.

Allur skúlin er ókeypis. Luttakarnir fáa suppu, frukt og grønmeti og vatn. Tá tey eru liðug við skúlan fáa tey t-shirt, vatndunk og luttøkuprógv.

Venjarnir hjá ymisku liðunum vera bidnir um at møta upp og hjálpa til.

Veðurmaðurin sigur frá góðum veðri bæði í morgin og mikudagin so vit vóna at nógvir leikarir møta upp.

Hjartaliga vælkomin til fótbóltsskúlan hjá NSÌ 2012.

Líknandi tíðindi