Fótbóltsskúli fyri NSÍ´arar

Aftur í ár fer ungdómsnevndin hjá NSÍ at skipa fyri innanhýsis fótbóltsskúla
NSÍ hevur seinastu árini skipa fyri hesum skúlanum, og hevur hetta eydnast heilt væl.
Í ár hava vit jú eisini spildurnýggjan vøll, so tað ger bara umstøðurnar uppaftur betri.
Daganir, sum eru valdir, eru 30 juni og 1 juli.
Mánadagin 30 juni eru tað gentir og dreingir U10 og U12
Týsdagin 1. juli verður tað so gentir og dreingir U14 og U16
Í ár hava vit fingið Pætur Clementsen at standa á odda fyri skúlanum.
Pætur er kendur maður innan føroyska fótbóltsheimin. Hann hevur drúgvar royndir innan ungdómsfótbólt. Hann hevur verið høvuðsungdómsvenjari í fleiri feløgunum í Føroyum. Í løtuni býr Pætur í Keypmannahavn, har hann millum annað tekur sær av U16 liðnum hjá Lyngby
Pætur hevur eisini verið venjari hjá nøkrum av okkara U landsliðnum
Í hesi vikuni ber til hjá okkara leikarum at melda seg til skúlan, og verður hetta gjørt hjá lokalu venjarunum, tvs U10, U12, U14 og U16
Eisini kemur Pætur at hava okkurt spennandi innlegg, um menning av ungdómsvenjing í einum felag, har tað bæði eru, foreldur, ungir leikarar og venjarar við prógvi sum venja.
Vit síggja fram til hesar báðar daganar, og vóna at undirtøkan verður góð.

Vinarliga
Ungdómsnevndin hjá NSÍ

Líknandi tíðindi