Føroyska U-17 landsliðið til EM í Eysturríki
Ì gjár fór Føroyska U-17 landsliðið til Eysturríkis, har liðið skal luttaka í EM kapping.
Føroyar eru í bólki 6 og har hini liðini eru vertstjóðin Eysturíki, Sveits og Kýpros.
Sveits er greiður favorittur at vinna bólkin, meðan Eysturríki verður mett sum næst sterkasta liðið í bólkinum. Føroyar og Kypros verða mett at vera nøkunlunda líka sterk.
Skráin fyri dystirnar í bólki 6, er hendan:
Switzerland | ![]() |
![]() |
Faroe Islands | |
Referee: Davit Kharitonashvili (GEO) – Stadium: Hall, Hall in Tirol (AUT) | ||||
Austria | ![]() |
![]() |
Cyprus | |
Referee: Laurent Kopriwa (LUX) – Stadium: Sportzentrum Schwaz, Schwaz (AUT) | ||||
Cyprus | ![]() |
![]() |
Switzerland | |
Referee: Nerijus Dunauskas (LTU) – Stadium: Sportzentrum Schwaz, Schwaz (AUT) | ||||
Austria | ![]() |
![]() |
Faroe Islands | |
Referee: Davit Kharitonashvili (GEO) – Stadium: Hall, Hall in Tirol (AUT) | ||||
Switzerland | ![]() |
![]() |
Austria | |
Referee: Nerijus Dunauskas (LTU) – Stadium: Sportzentrum Schwaz, Schwaz (AUT) | ||||
Faroe Islands | ![]() |
![]() |
Cyprus | |
Referee: Laurent Kopriwa (LUX) – Stadium: Hall, Hall in Tirol (AUT) |
Til ber at fylgja við dystunum, við at fara inn á heimasíðuna www.uefa.com trýsta á leinkjuna ovast til høgru “all competetions” og velja “under 17” og so velja “group 6” og “match details”.
Kappingin verður sum sagt leikt í Eysturríki og eru teir ein tíma frammanfyri okkum. Tí verður fyrsti dysturin hjá Føroyum spældur í morgin, mikudagin 10 oktober kl 14.00 føroyska tíð.
Fýra nýkosnir greipuvinnarir úr NSÌ dreingjum U-16, eru á føroyska landsliðnum. Talan er um miðverjan Leivur Højgaard (nr 5 á mynd), miðvallaran Betuel Hansen (nr 8 á mynd) og áleyparan Meinhard Olsen (nr 11 á mynd). Teir tríggjir eru lyklaleikarar á liðnum og spældu allar dystirnar tá NM fyri U-17 var í Føroyum í summar.
Heimasíðan ynskir Leivur, Betuel og Meinhard og restina av liðnum góða eydnu í Eysturríki.