Felagið

Flaggdagshald í Runavík

Mikudagin 25. apríl er Flaggdagur, og hendan dagin fara vit, sum siður er at heiðra Merkið.
Flaggdagshaldið verður sunnan fyri býráðshúsið í Runavík 25. apríl kl. 15.00.
NSÍ heitir á allar fótbóltsleikarar um at ganga skrúðgongu. Møti úti við vøllin kl. 14.30.
Annleyg Lamhauge flytur fram røðu, og Nes Sóknar Musikkfelag fer at spæla.
Aftaná bjóða KFUM-skótarnir við Løkin kaffi og køku.

Líknandi tíðindi