|

Flaggdagshald 25 apríl í Runavík: NSÌ leikarar ganga skrúðgongu

Mikudagin 25. apríl er Flaggdagur og hendan dagin fara NSÌ leikarar og venjarar, at ganga skrúðgongu.

Flaggdagshaldið verður sunnan fyri Býráðshúsið í Saltangará 25. apríl kl. 15.00. Torbjørn Jacobsen flytur fram røðu og Nes Sóknar Musikkfelag fer at spæla. Aftaná bjóða KFUM-skótarnir við Løkin kaffi og køku.

NSÌ leikarar og venjarar verða biðnir um at vera við posthúsið kl. 14.30.

 

Líknandi tíðindi