Fjepparin: Uni Leitisstein Hansen

Skrivað hevur Jan Rasmussen

Undan dystunum spyrja vit onkran fjeppara nakrar spurningar. Dagsins fjeppari er Uni Leitisstein Hansen, sum borðreiðir við hugleiðingum um illar hanar og NSÍ-kempur, og sum gevur okkum uppskriftina uppá sigurin í morgin.

Navn og aldur?
Uni Leitisstein Hansen, 38 ár

Hevur tú fast pláss, tá tú ert til dyst við Løkin, og um so er – hvar?
Nei, eg havi ikki nakað fast pláss, men tað var eitt skifti, tá vit sum smádreingir plagdu at savnast millum hønurnar niðri undir høsnarhúsinum, ið stóð á bakkanum. Var hanin illur, var tað ikki tespiligt.

Spældi tú sjálvur, og hvar á vøllinum?
Jú, eg havi spælt rættiliga nógv fótbólt í mínum ungu døgum, og eg spældi fyri tað mesta í verjuni, antin sum høgri bakkur ella mansverji.

Eg var á sterka unglingaliðnum, sum vann tvey føroyameistaraheiti í 1989 og 1990. Í 1990 bleiv tað til “the double”. Tað var eitt ótrúliga stuttligt lið at spæla við, tí vit vóru mann fyri mann kanska ikki sterkasta liðið í landinum, men saman vóru vit ikki til at knúgva. Tað var tað reina Manchester United, tí vit góvu ongantíð upp. Treyðugt so, so høvdu vit góðar týpir á liðnum. Ólavur Jacobsen (beiggi Sjúrð), Djóni N. Joensen, Jóhan Petur Ludvík (sonur Arna Ludvík) og Jan Jørgensen, ið var eitt snarljós á vøllinum. Í 1990 vóru vit nógv tað besta liðið í landinum.

Mín karriera toppaði í fyrru helvt av nítíárunum, tá eg var fastur maður á besta liðnum undir leiðsluni av Peturi Simonsen. Liðið flutti upp í 1. deild í 1993 og fekk eitt heiðurligt sætta pláss í 1994, áðrenn hatta “#€%&*” Ian Salter kom aftur til landið og fyllaði alt sundir.

Hvussu kom áhugin fyri fótbólti?
Sum sonur Gert Hansen, so er tað ikki so torført at staðfesta upphavið til mín áhuga fyri fótbólti. Fótbóltur fylti nógv í barndómsheiminum. Nøkur av mínum fyrstu minnum yvirhøvur eru umfatað av einum fótbólti, og allir eldru beiggjarnir spældu við NSÍ. Terji bróður var ein lítil snurritoppur av einum áleypara, meðan Áki bróður (sáli) og Kartin bróður vóru málmenn, so tað var eg eisini, tá eg var lítil. Men tá eg bleiv við at vera lítil, hóast eg bleiv eldri, helt eg ikki, at tað vóru nógv perspektivir í at vera málverji , so tá eg bleiv smádrongur, fór eg ikki aftur í málið at standa.

Yndisleikari hjá NSÍ nú og/ella fyrr?
Ólavur Jacobsen, beiggi Sjúrð Jacobsen, noyddist at gevast við fótbóltinum á alt ov ungum árum, tí hann varð so illa skaddur, men eg haldi, at Ólavur er tann leikari, ið eg havi havt størst fragd av at spæla saman við. Ólavur dugdi alt, og eg meini alt. Í verjupartinum var hann so at siga ógjørligur at koma framvið, og so hevði hann ótrúliga gott yvirblikk. Og fekk Ólavur møguleika, so dugdi hann eisini at sparka bóltin í málið, tí hann hevði eisini eitt gott skot. Ein fullkomin fótbóltsleikari, ið eg hevði unt NSÍ og føroyska landsliðnum at fingið størri ágóða av. Nú er Eyðun Gaardbo eisini ofta nevndur, og tað ikki uttan grund. Eyðun var skiparin í verjuni í 1994, og eg kendi meg altíð tryggan at fara í nærdystir, tí eg visti, at um tað kiksaði, so skuldi Eyðun nokk renna áleyparan aftur, so skjótur var hann. Ein annar er vinmaðurin Djóni N. Joensen. Í 1994 var hann besti miðvallari í landinum, og tað var ein fragd at fóðra honum bóltar, ið hann tók við sær og pløkkaði í kassan – ofta úr langari fjarstøðu.

Størsta løtan sum NSÍ-fjeppari?
Sigurin í steypafinaluni á Ólavsøku 2001 var nakað serligt, tí fjeppararnir hjá NSÍ skaptu ein karm kring finaluna, ið ikki hevur sæð sín líka í føroyskum fótbólt – hvørki áðrenn ella síðan. Tað var fantastiska flott, so ta Ólavsøkuna gekk eg runt við einum væl størri brosi, enn eg plagi.

Og so er tað sjálvandi føroyameistaraheitið í 2007. Hóast eg búði í Keypmannahavn tá, so var eg staddur á vøllinum í Runavík saman við soninum Róar, ið snaraði Burgundiu, tá meistaraheitið kom til hús, og tað eri eg ómetaliga glaður fyri. Terji bróður og eg endaðu í Blikk-barrini, og tá hon lat aftur, hevði Piddi, sum var formaður, opið hús. Tað er seinastu ferð, eg var í lag við Pidda.

Størsta styrkin hjá NSÍ?
NSÍ hevur altíð fostrað nógvar góðar leikarar, og okkara leikarar duga at spæla bólt. Orsøkin til tess er einfalt hon, at ótrúliga nógv fólk leggja ótrúliga nógva orku í at syrgja fyri, at børn støðast, tá tey byrja at spæla fótbólt í felagnum.

Og so hava vit í NSÍ eisini altíð átt nakrar serligar eldsálir, tá tað snýr seg um ungdómsarbeiði, og her vil eg serliga nevna Tummas Jacobsen (hjá Hennebeth), ið vandi hópin av ungdómsliðum í seyti- og áttatiárunum, og Jonhard Hansen, ið er Mr. NSÍ. Uttan sovorðin fólk gjørdist einki.

Hinvegin, so er tað í grundini rættiliga ótrúligt, at felagið fostrar so nógvar góðar leikarar, tá vit hugsa um, hvussu vánaligar karmar, felagið hevur at virka undir. Hasin kjallarin, við tveimum smáum umklæðingarrúmum, NSÍ hevur húsast í síðan 1992, er “lige til at lukke op og skide i,” sum danir so elegant taka til.

Sunnudagin møta vit B68 á Svangaskarði. Hvussu vildi tú lýst B68 sum mótstøðulið?
B68 er okkara arvafíggindi. Í fótbóltsblaðnum Fótfimi hjá Dimmalætting havi eg skrivað eina grein um kappingarstríðið millum NSÍ og B68, og hon sigur alt um, hví so er. Men B68-liðið í dag er langt frá teimum klassisku B68-liðunum, vit hava sæð áður. Størsti trupulleikin hjá B68 er, at teir hava ov fáar ordiligar Tofta-menn á liðnum. Leikarar, sum hin víðakendi Ovi Brim, ið nærmast liva og doyggja fyri felagnum.

Tískil er tað eitt rættiliga tamt B68-lið, vit møta, í mun til tað, vit eru von við, og tað skal NSÍ gera sær dælt av. Og so skulu okkara menn vísa teimum trimum innanmonnunum, ið renna runt í B68-búnum, hvar Dávur keypti sterka ølið.

Hvat væntar tú, úrslitið verður sunnudagin?
Eg vóni so innilaga, at NSÍ vinnur, og eg haldi eisini, at liðið hevur ein møguleika, um leikarar spæla upp til sítt besta. Stigatalvan staðfestir eisini, at møguleikin er har, men vit kunnu ikki renna undan, at vit hava eitt ungt og viðbrekið lið í ár. Hóast tað, so hava vit Klæmint Olsen, sum er kanska besti áleypari í landinum í løtuni. Um hansara viðleikarar kunnu fóðra honum tveir ella tríggjar góðar bóltar inni í brotsteiginum, so skal hann nokk sparka ella stúta onkran í netið. Men tað er upp til hansara viðleikarar at syrgja fyri, tí Klæmint má ikki kenna seg noyddan at reika ov langt burtur frá málinum, fyri at fáa bóltin. Hann skal hava hann inni frammanfyri málið. Hendir tað, so vinnur NSÍ 2-1.

Líknandi tíðindi