Betri-liðini | Fjepparin

Fjepparin: Tummas Petur Thomassen


Undan dystunum spyrja vit onkran fjeppara nakrar spurningar. Hesu ferð er fjepparin Tummas Petur Thomassen.

Navn?
Tummas Petur Thomassen

Hevur tú fast pláss til dyst við Løkin og hvar?
Ja, við síðuna av Jonleif uppi á vesinum.

Spældi tú sjálvur, og hvar?
Ikki síðani smádreingir. Eg havi roynt at spælt bæði við HB og B36. Eg var bakkur.

Yndisleikari hjá NSÍ?
Tað man vera Jústinus fyri hansara stríðsvilja.

Størsta løtan sum NSÍ-fjeppari?
Sum allir aðrir sigi eg steypafinalan í 2004, og tá vit vunnu FM móti VB í Runavík í 2007.

Størsta styrkin hjá NSÍ?
Liðandin – teir spæla sum eitt lið og stríðast fyri hvørjum øðrum.

Í morgin møta vit Gefle IF. Hvat kann man siga um teir?
Vit vóru óheldigir at tapa fyrra dystin 2-0. Vit kunnu saktans vinna á teimum.

Hvat væntar tú, úrslitið verður í morgin millum NSÍ og Gefle IF?
Eg vænti, at vit vinna 3-1 í morgin.

Hvønn skulu vit spyrja næstu ferð?
Maritu Joensen

Líknandi tíðindi