Fjepparin: Sigurjón Einarsson

Skrivað hevur Jan Rasmussen

Undan dystunum spyrja vit onkran fjeppara nakrar spurningar. Dagsins fjeppari er Sigurjón Einarsson, sum hugleiðir um kult-hetjuna, Sjúrð á Langanesi, minniliga løtu uttanfyri Craven Cottage og NSÍ-kollektivið.

Navn og aldur?
Sigurjón Einarsson, 33 ár.

Hevur tú fast pláss, tá tú ert til dyst við Løkin, og um so hvar?
Plagdi at hava fast pláss, tá bakkin enn var til. Nú er tað meira hips um haps.

Spældi tú sjálvur, og hvar á vøllinum?
Jú, spældi heilt fitt sum yngri, har tað bleiv til nøkur meistaraheiti í yngru deildunum.

Spældi á nógvum ymiskum plássum á vøllinum. Um tað var tí, at man var “alsidigur” ella av væntandi evnum sum leikari, skal ikki verða sagt her… ;-p

Hvussu kom áhugin fyri fótbólti?
Áhugin hevur altíð verið har. Komi frá einari fótbóltsglaðari familju, so tað er nokk komið inn við móðurmjólkini

Yndisleikari hjá NSÍ nú og/ella fyrr?
Eg haldi, at Sjúrður á Langanesi er við at blíva ein kult-hetja. Ein leikari, ið altíð hevur leikt við hjartanum á rætta stað, meðan aðrir hava runnið eftir pengunum.

Størsta løtan sum NSÍ-fjeppari?
Tá fyrsta meistaraheitið kom í hús í 2007. Men tað var eisini ein stór løta uttanfyri Craven Cottage í fjør summar, tá fleiri túsund Fulham viðhaldsfólk heiðraðu og klappaðu fyri NSÍ viðhaldsfólkunum eftir ein góðan innsats. Tað var stórt, ja, næstan rørandi.

Størsta styrkin hjá NSÍ?
Kollektivið. Og at tað er egið tilfar, ið sleppur framat. Júst hetta kann gerast ein stórur styrkur seinni.

NSÍ plagar eisini at borðreiða við positivum og álopsinnaðum fótbólti, og tað er væl tað, áskoðararnir ynskja sær.

2.páskadag møta vit KÍ í Klaksvík. Hvussu vildi tú lýst KÍ sum mótstøðulið?
KÍ er í somu støðu sum NSÍ, har teir eisini eru í holt við at spæla eitt nýtt lið saman. Nýtt og gott gamalt, kundi man næstan sagt. Haldi, at Aleksandar Djordjevic hevur gjørt eitt megnar arbeiði við teimum ungu har norðuri.

Hvat væntar tú úrslitið verður 2.páskadag?
Tey seinnu árini hevur tað ikki gingið so væl í steypakappingini, so kanska uppá tíðina at gera eitt sprell har. 2-1 til NSÍ.

Líknandi tíðindi