|

Fjepparin: Per Toftegaard


Undan dystunum spyrja vit onkran fjeppara nakrar spurningar. Hesu ferð er fjepparin Per Toftegaard.

Navn?
Per Toftegaard

Hevur tú fast pláss til dyst við Løkin og hvar?
Ja, eg má siga, at eg ikki havi ordiliga fast pláss, men eg eri altíð tætt við kioskina.

Spældi tú sjálvur?
Ja, spældi í yngru deildunum, bæði fyri ÍF og NSÍ, mest sum vongur.

Yndisleikari hjá NSÍ?
Tað er einki at snakka um, yndisleikarin hjá mær er Christian Høgni. Men hann er bara so framúr góður, at man kanska eisini skuldi róst onkrun av teimum ungu, sum t.d. Jens.

Størsta løtan sum NSÍ-fjeppari?
Tað er einki at ivast í, tá vit vunnu FM móti VB/Sumba – tað var løtan.

Størsta styrkin hjá NSÍ?
Eg haldi, at størsta styrkin hjá okkum er, tá vit halda bóltin á jørðini og spæla hann, tá vinnur eingin á okkum. Spælið er so gott, tá vit halda bóltin har niðri, at tað er ein fragd.

Í morgin møta vit B71. Lýs mótstøðuliðið stutt:
Eg má siga, at B71 hevur altíð spælt nøkulunda sum NSÍ, undirhaldandi og góðan fótbólt, men eg rokni við, at vit eru betri enn teir.

Hvat væntar tú, úrslitið verður í morgin millum B71 og NSÍ?
Eg leggi einki í, hvussu nógv tað verður, 1-0 ella 3-0, men bara vit vinna. Tað at fáa trý stig, tað er alfa og omega. Men lat meg siga 3-0.

Hvønn skulu vit spyrja næstu ferð?
Brian Huneck

Líknandi tíðindi