Betri-liðini | Fjepparin

Fjepparin: Karstin Højgaard

Undan dystunum spyrja vit onkran fjeppara nakrar spurningar. Hesu ferð er fjepparin Karstin Højgaard.

Navn
Karstin Højgaard
(Av tí at vit ikki køvdu eina mynd av Karstini í einari skjótari vending, síggja vit ístaðin evnaríka sonin Leivur, sum vit vænta okkum nógv av í felagnum.)

Hevur tú fast pláss, tá tú ert til dyst við Løkin og hvar?
Nei, ikki beinleiðis fast pláss. Men eg standi fyri tað mesta sunnanfyri kioskina.

Spældi tú sjálvur, og hvar á vøllinum?
Ja, eg spældi øll ungdómsárini, og síðani nøkur ár hobbyfótbólt við 4. deild. Eg spældi fyri tað mesta í miðverjuni, og onkuntíð á høgra bakki, men um á stóð, var eg eisini onkuntíð koyrdur upp í álopið.

Hvussu kom áhugin fyri fótbólti?
Eg havi altíð havt áhuga fyri fótbólti, haldi eg. Har hava verið fleiri í familjuni, sum hava spælt og kanska vakt áhugan – Ivan, mammubeiggi, spældi á besta liði hjá NSÍ, og síðani var eisini, Asbjørn Mikkelsen, sum er giftur inn í familjuna.

Yndisleikari hjá NSÍ?
Mær dámar væl Christian Høgna, men eg kundi hugsað mær at nevnt onkran annan eisini. Christian Høgni hevur ræðuliga nógv at siga fyri liðið, men ein annar týdningarmikil spælari er Jonhard Frederiksberg – hann er tann stabilasti spælarin, vit eiga, og hann hevur nógv at siga fyri moralin á liðinum, hann er altíð væl upplagdur. Eg rokni við, at Jonhard er tann spælarin, sum hevur fingið mest atkvøður fra mær í atkvøðugreiðsluni um dagsins mann á nsi.fo. Jónhard er ein glaður persónur, ein reinur spælari, sum ikki ger nakað óreint við vilja. Hann er sera ágrýtin, og skjótur og góður frameftir á vøllinum eisini.

Størsta løtan sum NSÍ-fjeppari?
Tað er heilt vist, tá vit vunnu føroyameistaraheitið í Kalksvík í 2007. Vit fóru við mannfólkabussinum til Klaksvíkar og hugnaðu okkum óført.

Størsta styrkin hjá NSÍ?
Eg havi verið burtur og tí sæð teir lítið í ár, men í fjør komu teir altíð væl afturíaftur, um teir komu afturum, og tað hava teir eisini gjørt fleiri ferðir í ár. Og so duga teir væl at spæla fótbólt.

Í morgin møta vit 07 Vestur við Løkin. Hvussu vildi tú lýst 07 Vestur sum mótstøðulið?
Tað skuldi verið eitt lið, sum vit eiga at klára. Men vit mugu ikki undirvurdera teir. Teir hava klárað seg væl í seinastuni, men um vit taka teir í fullum álvara, eiga vit at vinna í morgin.

Hvat væntar tú, úrslitið verður í morgin?
2-0 – vit mugu halda málið reint hesaferð.

Hvønn skulu vit spyrja næstu ferð?
Systkinabarnið Sámal Hansen.

Líknandi tíðindi