Fjepparin: Kári E. Jacobsen

Fjepparin hesaferð er formaðurin í mentanarnevndini í Runavíkar Kommunu, Kári E. Jacobsen.
Navn og aldur?
Kári E. Jacobsen, 49 ár
Hevur tú fast pláss, tá tú ert til dyst við Løkin, og um so hvar?
Ja, beint sunnan fyri sølubúðina.
Spældi tú sjálvur, og hvar á vøllinum?
Ja, á miðjuni.
Hvussu kom áhugin fyri fótbólti?
Á Glyvraplen, har vit spældu sera nógv sum smádreingir.
Yndisleikari hjá NSÍ nú og/ella fyrr?
Eyðun Gaardbo
Størsta løtan sum NSÍ-fjeppari?
Tá vit vunnu steypakappingina í 2002
Størsta styrkin hjá NSÍ?
Ungdómsarbeiðið, og at teir ungu spælararnir støðast í felagnum – gevið teimum møguleikan.
Í annaðkvøld møta vit EB/Streymi við Løkin. Hvussu vildi tú lýst EB/Streym sum mótstøðulið?
Teir eru sera væl samanspældir. Vandamiklir í deybóltstøðum.
Hvat væntar tú, úrslitið verður í annaðkvøld?
1-1

Líknandi tíðindi