Betri-liðini | Fjepparin

Fjepparin: Jonleif Pattinson


Undan dystunum spyrja vit onkran fjeppara nakrar spurningar. Hesu ferð er fjepparin Jonleif Pattinson.

Navn?
Jonleif Pattinson

Hevur tú fast pláss til dyst við Løkin og hvar?
Ja, sama stað sum Benny – uppi á altanini, sum vit kalla tað – omanfyri WC.

Spældi tú sjálvur, og hvar?
Nei, eg havi ongantíð spælt fótbólt, bara í skúlagarðinum, men annars havi eg róð kapp.

Yndisleikari hjá NSÍ?
Í ár eri eg sera imponeraður av Heðin – so hann skal hava eitt herðaklapp. Annars hava Christian Høgni og Jens eisini verið positivir í ár.

Størsta løtan sum NSÍ-fjeppari?
Sum hjá øllum, má tað vera meistaraheitið 2007, og steypafinalan í 2002.

Størsta styrkin hjá NSÍ?
Tá teir spæla offensivt, álopsfótbólt.

Í morgin møta vit AB. Lýs mótstøðuliðið stutt
Teir eru ringir at vinna á á Argjum – teir hava bara tapt ein á Argjum í ár, haldi eg.

Hvat væntar tú, úrslitið verður í morgin millum NSÍ og AB?
3-1 til NSÍ.

Hvønn skulu vit spyrja næstu ferð?
Tummas Petur Thomassen

Líknandi tíðindi