Fjepparin: Egil Olsen

Undan dystunum spyrja vit onkran fjeppara nakrar spurningar. Hesu ferð er fjepparin Egil Olsen.

Navn?
Egil Olsen

Hevur tú fast pláss, tá tú ert til dyst við Løkin og hvar?
Standi altíð við enda girðingina nordaru megin, óansæð hvussu veðrið er. Havi roynt at staðið aðrastaðni, men komi altíð aftur til sama stað. Í so máta eri eg eitt sindur pátrúgvin – eg vænti, at NSÍ vinnur, um eg standi har.

Spældi tú sjálvur, og hvar á vøllinum?
Byrjaði at spæla skipaðan fótbólt í TB í 1973 sum 10 ára gamal og spældi øll árini við TB til 1983, tá eg fór undir lestur í Norra. Spældi so aftur í 1984, tá eg var heima í summarfrí, við besta liðnum hjá TB. Í 1985 gavst eg heilt at spæla.

Í ungdómsárunum spældi eg fyri tað mesta á vinstru miðju, eisini tá eg leikti á dreingja- og unglingalandsliðnum. Tá eg sum 17-ára gamal kom á besta liðið hjá TB, spældi eg sum vinstri bakkur. Hetta dámdi mær væl, tí at eg var ógvuliga álopssinnaður sum bakkur.

Hvussu kom áhugin fyri fótbólti?
Áhugin fyri fótbólti hevur altíð verið. Byrjaði sum 6 ára gamal at spæla á Sandinum í Trongisvági. Vit høvdu okkara egna lið, TGB, sum spældi móti dreingjum í ymiskum býlingunum nær við Sandin.

Yndisleikari hjá NSÍ?
Tað er ringt at taka nakran framm um annan. Eitt hvørt fótbóltslið er ikki sterkari enn tað veikasta liðið. NSÍ hevur ein hóp av góðum leikarum – bæði sum holdleikarar og einstaklingar.
Ein spælari, sum mær dámar sera væl, og sum hevur ment seg ótrúliga nógv, er okkara fremsti áleypari og í løtuni toppskjútti í Vodafonedeildini, Klæmint Olsen. Hann hevur allar dygdir sum áleypari: skjótur, málsøkin, likamliga sterkur, góður við høvdinum og gevur seg fult út til hvønn dyst. Ein fragd fyri ein venjara at hava ein slíkan leikara á liðnum.

Størsta løtan sum NSÍ-fjeppari?
Størsta løtan var, tá NSÍ gjørdist Føroyameistari í 2007. Tað var ein framúr uppliving, tá meistaraheitið var heima í næstseinasta leikumfari, og eg skuldi leggja frásøgnina á heimasíðuna. Eg fekk næstan ikki konsentrera meg av berari gleði.

Størsta styrkin hjá NSÍ?
Tað er, at liðið altíð roynir at spæla góðan álopssinnaðan og áskoðaravinarligan fótbólt og ofta skorar nógv mál.

Sunnudagin møta vit B36. Hvussu vildi tú lýst B36 sum mótstøðulið?
B36 hevur eitt fint lið í ár. Teir eru sera vælskipaðir og standa gott á vøllinum. Frameftir eru teir eisini góðir við Róaldi Jacobsen, Jákupi á Borg og Lucasz Cieslewicz á odda. Serliga Cieslewicz hevur verið framúrskarandi í ár.

Hvat væntar tú, úrslitið verður sunnudagin millum NSÍ og B36?
Eg vænti ein góðan javnan dyst, har NSÍ vónandi vinnur – úrslitið verður 3-2 til NSÍ.

Hvønn skulu vit spyrja næstu ferð?
Tóru Davidsen

Líknandi tíðindi