Fjepparin: Edmund Joensen

Undan dystunum spyrja vit onkran fjeppara nakrar spurningar. Hesu ferð er fjepparin Edmund Joensen – havnamaðurin í Lamba, sum hevur verið aktivur í nevndararbeiði hjá NSÍ, og sum hevur serstakar gávur sum skald, í øllum førum tá tað kemur til at yrkja um tað, sum stendur hansara hjarta nær – NSÍ.

Navn og aldur?
Edmund Joensen, 50

Hevur tú fast pláss, tá tú ert til dyst við Løkin, og um so hvar?
Standi altíð framman fyri gulu kioskina.

Spældi tú sjálvur, og hvar á vøllinum?
Rættiliga nógvar dystir á næstbesta liðið. Mest í verju, men eisini fleiri sum málverji.

Hvussu kom áhugin fyri fótbólti?
Uppvaksin í Havn, og vit, smádreingirnir, spældu fótbólt hvønn einasta dag. Tá eg ferðaðist hjá ommu í Runavík, høvdu vit vøll, har sum politistøðin nú er. Vit smíðaðu málini sjálvir. góð minnnir;)

Yndisleikari hjá NSÍ nú og/ella fyrr?
Yndisleikari fyrr er heilt klárt Eyðun Gaardbo. Hvør av núverandi er verri at velja, men eg eri sera góður við Árna Frederiksberg;)

Størsta løtan sum NSÍ-fjeppari?
Flestu hugsa sikkurt FM 2007, men hinaferð, Ólavsøkan var gul, stendur fremst hjá mær.

Størsta styrkin hjá NSÍ?
Málverjin

Sunnudagin møta vit B36 við Løkin. Hvussu vildi tú lýst B36 sum mótstøðulið?
B36 eru væl skipaðir. Ansast má eftir Borg og Cieslewics. Annars er bara at leypa á og berjast fyri hvørjum bólti.

Hvat væntar tú, úrslitið verður sunnudagin?
Vænti og vóni ein tepran sigur. 2-1 kanska;)

Líknandi tíðindi