Betri-liðini

Fjepparin: Djóni Nolsøe Joensen

Undan dystunum spyrja vit onkran fjeppara nakrar spurningar. Hesu ferð er fjepparin eingin minni enn okkara egni Djóni Nolsøe Joensen. Árini 1991 til 2009 leikti hann 134 dystir í bestu deildini, umframt ørgrynnu av steypadystum, Europa Cup og 6 landsdystir.

Navn?
Djóni Nolsøe Joensen, 39 ár.

Hevur tú fast pláss, tá tú ert til dyst við Løkin, og um so hvar?
Plagi at sita á áskoðarplássinum norðantil ímóti høllini.

Spældi tú sjálvur, og hvar á vøllinum?
Tíðliga í mínari karrieru plagdi eg at spæla mitt á miðjuni ella sum framrættaður miðvallari. Seinnu árini, tá orkan og ferðin ikki vóru í topp, fór eg aftur í miðverjuna at spæla.

Hvussu kom áhugin fyri fótbólti?
Áhugin kom heilt náttúrliga á ungum árum og grundarlagi bleiv lagt heima í gongini hjá mínum foreldrum og á Glyvra-plen 🙂

Yndisleikari hjá NSÍ nú og/ella fyrr?
Eyðun Gaardbo hevur altíð staðið sum ein stór fyrimynd fyri meg og mín árgang tá, ein komplett typa bæði á og ikki minst uttanfyri vøllin, føldu okkum altíð væl, tá Eyðun var í nánd og kann ikki lata vera við at nevna, at tað tíverri er alt ov langt ímillum tær typurnar í dag.

Á dagsins liðið dámar mær væl Klæmint. Hevur dygdir, ið kunnu bera honum langt, eyðmjúkur, íðin, nærlagdur og ikki minst gott máltev. Eg gleði meg sanniliga eisini nógv til at síggja og uppliva gudssonin Arna í NSÌ búnanum í ár:)

Størsta løtan sum NSÍ-leikari og/ella -fjeppari?
Sum NSÍ leikari var størsta løtan at lyfta løgmanssteypið á sjálvum Ólavsøkudegi í 2002 og sum fjeppari at vera staddur á Djúpumýru í oktober 2007:)

Størsta styrkin hjá NSÍ?
Størstan styrkin hjá NSÍ í løtuni meti eg vera, at vit nú aftur eru “back to basic” við (nærum) bara lokalum leikarum uppvaksnir í felagnum og at okkara samleiki er, at vit standa fyri einum jaligum og framrættaðum spælihátti.

Sunnudagin møta vit TB við Løkin. Hvussu vildi tú lýst TB sum mótstøðulið?
TB hevur sum uppflytari nógv at spæla fyri og prógva. Teir kempa við hjartanum uttaná vøkru svørt/hvítu spæliblusuni og hava somuleiðis sum vit nakrar ungar spennandi leikarar í hópinum í ár.

Hvat væntar tú, úrslitið verður sunnudagin?
Vænti og ikki minst vóni, at okkara hála ein 2-1 sigur í land 🙂

Líknandi tíðindi