|

Fjepparin: Benny Hansen


Undan dystunum spyrja vit onkran fjeppara nakrar spurningar. Hesu ferð er fjepparin Benny Hansen.

Navn?
Benny Hansen

Hevur tú fast pláss til dyst við Løkin og hvar?
Ja, standi á áskoðaraplássunum beint uppiyvir WC’inum, um eg ikki eri dómaravakt.

Spældi tú sjálvur, og hvar?
Ja, í 4. deild. Áleypari og á høgra vongi.

Yndisleikari hjá NSÍ?
Ringt at taka nakran burtur úr nú, teir eru so nógvir, sum eru góðir. Mær dámar væl Klæmint og Jann Inga, og Christian Høgni er altíð góður.

Størsta løtan sum NSÍ-fjeppari?
Tað má nokk vera, tá vit blivu meistarar í 2007. Vit spældu móti VB og blivu føroyameistarar á heimavølli.

Størsta styrkin hjá NSÍ?
Vit eru góðir á flest øllum plássum, og vit skjóta nógv mál. Allir mans kunnu skjóta mál.

Í morgin møta vit Víkingi. Lýs mótstøðuliðið stutt
Teir spæla í hvussu so er kontantan fótbólt. Eg veit ikki akkurat, hvussu man skal lýsa tað. Teir spæla hart og kontant.

Hvat væntar tú, úrslitið verður í morgin millum NSÍ og Víking?
2-0 til NSÍ.

Hvønn skulu vit spyrja næstu ferð?
Jonleif Pattinson

Líknandi tíðindi