Fjepparin: Abdul-razak Ismail

Fjepparin hesuferð er ghanesiski Real Valladolid leikarin Abdul-razak Ismail, sum spældi við NSÍ fyrru hálvu av kappingini i 2011. Hóast steðgurin við Løkin var stuttur, kennir hann seg sum runavíking.

Navn og aldur?
Abdul-razak Ismail, 22 ár

Spældi tú sjálvur, og hvar á vøllinum?
Eg kann spæla ymsa staðni á vøllinum, men havi mest spælt á miðjuni.

Hvussu kom áhugin fyri fótbólti?
Eg plagdi at spæla fótbólt á gøtuni í Ghana, og pápi mín plagdi eisini at senda mær ymisk fótbóltsting, t.d. gaggur og bóltar, úr Týsklandi.

Yndisleikari hjá NSÍ nú og/ella fyrr?
Tað er trupult at velja onkran, tí eg spældi saman við nógvum góðum leikarum, men eg sigi Christian Høgni. Annars vænti eg, at Árni Frederiksberg fer at klára seg væl – mær dámdi væl hansara spælistíl. Jens er eisini ein góður verjuleikari – hann er sera ágrýtin. Jann Martin er ein annar góður leikari á miðjuni.

Størsta løtan sum NSÍ-leikari?
Tað má vera 2-2 dysturin móti EB/Streymi við Løkin á Eystanstevnu í fjør. Tað var ein fínur dystur. Eg minnist, hvussu vit stríddust. Bæði liðini spældu góðan fótbólt. Áskoðararnir sungu NSÍ, NSÍ, NSÍ…

Størsta styrkin hjá NSÍ?
Størsta styrkin er, at leikararnir altíð geva seg 110% til venjing – eisini um teir hava arbeitt allan dagin. Eg haldi, at har eru nógvir ungir leikarar, sum kundu verið heilt góðir, um teir fingu kjansin uttanlands.

Leygardagin møta vit HB við Løkin. Hvussu vildi tú lýst HB sum mótstøðulið?
HB er eitt sera gott lið, men eg rokni við, at leikararnir hjá NSÍ vilja vísa sínum heimaáskoðarum, at teir kunnu vinna móti HB á heimavølli.

Hvat væntar tú, úrslitið verður leygardagin?
Eg rokni við, at NSÍ vinnur 2-1 ella 3-1. Minst til at ynskja liðinum góða eydnu frá mær. Eg vænti at vit vinna.

Eg ætli mær at koma til Runavíkar at vitja í juni. Eftir Ghana kenni eg Runavík sum mín heimstað. Øll eru so smílandi og hjálpsom.

Líknandi tíðindi