Betri-liðini

Europa League ævintýrið nærkast


Við okkara fjórða plássi í Vodafone kappingini í fjør eydnaðist okkum at vinna okkum rætt til at spæla um luttøku í Europa League.

Vit eru saman við EB/Streymi í fyrsta undanumfari. Lutakastið er í Geneve mánadagin 21. juni, og skulu teir báðir dystirnir hjá okkum spælast 1. og 8. juli. Annar verður á heimavølli og hin úti.

Hópurin av liðum í hesum umfarinum er bólkaður í ein styrkismettan og ein óstyrkismettan bólk. EB/Streymur og vit eru í óstyrkismettaða bólkinum. Tað hevur við sær, at okkara mótstøðulið í fyrsta undanumfari av Europa League í ár er at finna millum hesi lið:

Anorthosis, Kypern
Randers, Danmark
Kalmar FF, Svøríki
Bnei Yehuda, Ísrael
Nitra, Slovakia
Rabotnički, Makedonia
MYPA, Finland
Gefle, Svøríki
Zrinjski, Bosnia-Hersegovina
Qarabağ, Aserbeijan
Ruch Chorzów, Pólland
Šibenik, Kroatia
Dnepr Mogilev, Hvítarussland
Torpedo Zhodino, Hvítarussland
Široki Brijeg, Bosnia-Hersegovina
Dinamo Tbilisi, Georgia
Skonto, Lettland
KR Reykjavík, Ísland
Dundalk, Írland
TPS, Finland
KF Tirana, Albania
Tauras Tauragė, Litava
Zestaponi, Georgia
Olimpia, Moldova
Dacia, Moldova
Mogren, Montenegro

Millum tey nógvu eysturevropeisku liðini síggja vit 6 onnur norðurlendsk lið, sum tað kundi verið stuttligt at fingið dyst móti. Eisini er Dinamo Tbilisi úr Georgia, sum vit vunnu 1-0 á heima og taptu 3-0 úti ímóti í 2008, at finna millum liðini.

Í øðrum umfari av kappingini, sum verður spælt 15. og 22. juli, koma so mæt lið sum Olympiacos, Beşiktaş, Brøndby, og norðurlendsku liðini IF Elfsborg (se), Stabæk (no), Molde (no), Honka (fi) við í leikin. Víkingur er eisini við í hesum umfarinum.

Í triðja undanumfari, 29. juli og 5. august, koma so fleiri stórfeløg við. Nevnast kunnu Liverpool, Juventus, Sporting Lissabon, Stuttgart og Galatasaray. Norðurlendsku feløgini í hesum umfarinum eru OB, FC Nordsjælland, IFK Göteborg (se), Aalesund (no) og Inter Turku (fi).

Um okkum eydnast at koma so langt, er bert eitt playoff-umfar, 19. og 26. august, millum okkum og sjálva Europa League. Í hesum umfarinum eru teir 15 tapararnir frá triðja undanumfari av Champions League kvalifikatiónini, teir 35 vinnararnir av triðja undanumfari í Europa League og so hesi feløgini:

Manchester City
Aston Villa
Mallorca
Getafe
Palermo
Napoli
Bayer Leverkusen
Borussia Dortmund
Paris Saint-Germain
Lille
Lokomotiv Moscow
CSKA Moscow
Tavriya Simferopol
Metalist Kharkiv
PSV Eindhoven
Feyenoord
Vaslui
Steaua
Porto
Trabzonspor
AEK Athens
Dundee United
Club Brugge
Grasshopper

Bólkaspælið í Europa League fevnir um 6 dystir frá september til desember. Fýra lið eru í hvørjum bólki og spæla úti og heima móti hvørjum øðrum.

Men tað kunnu vit venda aftur til til tað tíð 😉

Spennandi verður í øllum førum tann 21. juni at finna útav, hvørjum vit møta í fyrsta undanumfari.

Ein nærri útgreining av kappingini er at finna her: http://en.wikipedia.org/wiki/2010–11_UEFA_Europa_League

Líknandi tíðindi