Emil L Jacobsen hugleiður: “Tá NSÌ blandaði seg uppí”

Árið er 1987. Fótbóltskappingin er júst byrjað, og vónirnar til NSÍ eru heilt hampiligar. Árið fyri vann liðið steypakappingina fyri fyrstu ferð og fjórða plássið í landskappingini var tað besta nakrantíð.

Nú hevur NSÍ styrkt seg við bretska áleyparanum Peter Frain. Hann er uppvaksin í ungdómsdeildini hjá West Bromwich Albion og hevur fýra U18-landsdystir fyri Ongland. Nú er hann 22 ára gamal og er komin til NSÍ. Og tað skal skjótt vísa seg, at NSÍ hevur gjørt kuppið.
Byrjanin upp á kappingina er á heilt góðari leið. Ein javnleikur og ein sigur í fyrstu dystunum, og í triðja umfari vinnur NSÍ 1-0 móti B68 á Toftum. Trygvi Mortensen ger einasta málið á Svangaskarði, og hetta er fyrstu ferð yvirhøvur, at NSÍ vinnur landskappingardyst móti grannunum! Tað merkir, at NSÍ og HB nú eru fremst í kappingini við fimm stigum í part, og tí er lagt upp til oddabrak, tá HB kemur til Runavíkar í fjórða umfari.

Tað var ófriðarligt á arbeiðsmarknaðinum um hetta mundið, og tveir dagar áðrenn dystin á Toftum fóru flestøll arbeiðarafeløg í landinum í verkfall, og alt arbeiði, sum umfataði tímalønt og ófaklærd, varð niðurlagt.
Tað merkti millum annað, at tað ikki varð gjørt reint í skúlunum kring landið, og tí lótu skúlarnir aftur. Hjá 12-13 ára gomlum dreingjum var hetta ein dreymaverð, ikki minst tí tað var liggjandi góðveður hesar dagarnar. Ein stórur partur av óvæntaðu frítíðini varð brúktur á plenuni omanfyri Glyvra skúla. Avrikini frá HM í 1986 stóðu framvegis frísk í minninum, og Elkjær, Maradona og hinar hetjurnar úr Meksiko vóru javnan havdar á lofti, meðan bóltarnir vórðu sparkaðir á ”Glyvra plen” hesar góðveðursdagarnar.

Harðastu kappingarneytarnir hjá NSÍ hesi árini eru B68 og GÍ, og tað er einki at taka seg aftur í, at okkara menn standa í skugganum av reyð-svørtu og gul-bláu grannunum, sum býta føroyameistaraheitini millum sín í fyrru helvt av 1980-unum.
HB er ein søga fyri seg. Tað er yvirmaktin, sum kemur úr Havn, og tað er bara ein sannroynd, at NSÍ tapir altíð móti HB. Soleiðis verður eisini hesaferð – havnarmenn vinna oddadystin 2-0 og staðfesta sína oddastøðu í kappingini. NSÍ reisir seg í fimta umfari við 3-1 sigri móti LÍF í Leirvík, men javnleikur á heimavølli móti botnliðnum VB er eitt vónbrot, og tá liðið so tapir 4-1 í Gøtu í síðsta dystinum áðrenn summarsteðgin, sær alt út til at vera við tað gamla í NSÍ, sum í steypakappingini eisini má lúta fyri ÍF longu í 2. umfari.
Tá farið verður í summarsteðg, er NSÍ á fjórða plássi, tvey stig frá oddasessinum. Enn er samband við oddaliðini, men fólk iðra seg serliga um javnleikin móti VB, sum er aftast í kappingini.

Vit, sum vóru føddir í 1974, brúktu nógva tíð á gamla hondbóltsvøllinum omanfyri skúlan – Glyvra-plen. Men onkursvegna sóust allir tímarnir hjá hesum dreingjunum lítið aftur í NSÍ. Tá sum nú eru árgangirnir svingandi, og 1974 var ikki ein árgangur at reypa av, hvørki hjá NSÍ ella øðrum feløgum. Ein skjót leitan á Faroesoccer.com eftir A-landsliðsspælarum frá 1974 gevur fýra úrslit: Egil á Bø (Streymur, 14 dystir), Allan Joensen (KÍ, 8 A-landsdystir), John Ryan (KÍ, 3 dystir) og Símun Eliasen (ÍF, 2 dystir).
Sum oftast spældu vit móti dreingjum yngri enn vit, og tað sást skjótt, at okkara einasti fyrimunur var støddin. Tey fyrstu árini plagdu vit at klára teir, bara tí vit vóru tað størri, men sum tíðin gekk, yvirhálaðu teir okkum. Vit vistu longu tá, at Sjúrður Jacobsen, Dánial Hansen, Kári Hansen, Óli Hansen og aðrir høvdu eina framtíð sum fótbóltsspælarar.

Summarsteðgurin er av, og fyri NSÍ byrjar seinna helvt av kappingini einki serligt. Peter Frain fær gult kort í javnleiki móti KÍ og er tí leikbannaður til næsta dystin á Sevmýri, sum NSÍ tapir 3-0.
Frá at hava hildið summarfrí beint undir oddaliðunum eru nú knappliga fimm stig upp til HB og trý upp til GÍ og TB. Liðið er í vandi fyri at missa alt á gólvið, og eitt er greitt: Komandi heimadysturin móti B68 má vinnast!
Tað er tann umvenda verð. NSÍ stríðist fyri at koma við aftur í oddastríðið, og B68 stríðist fyri at sleppa úr botnstríðnum. Og fyri einaferðs skyld eru innanmenn við yvirlutan á Skálafjørðinum. NSÍ vinnur 3-0, og Peter Frain ger øll trý málini!
Nú hava HB, GÍ og TB 14 stig, og NSÍ hevur 11 stig. Stóra sveinaroyndin er komandi dysturin, sum er móti HB í Gundadali…

Seinna helvt av 1980-unum var ein øgilig broytingartíð í føroyskum fótbólti. Gomlu grúsvøllirnir vórðu skiftir út við graslíki, og í 1988 kom limaskapurin í FIFA og UEFA. Hetta sama árið vaks besta fótbóltsdeildin her heima úr átta upp í tíggju lið.
Alt bleiv meira seriøst. Harvið ikki sagt, at tað ikki var seriøst áðrenn, men 1987 var onkursvegna ”the end of the innocence” hjá føroyskum fótbólti. Aftan á 1987 broyttist so nógv – Føroyar fóru at spæla landsdystir móti øðrum enn Hetlandi, Orkney og Íslandi, landskappingin bleiv drúgvari við 10 liðum, og pengar fóru so smátt at sníkja seg upp í spælið. Í 1987 var tað, við heilt fáum undantøkum, framvegis so, at tú spældi við tí liðnum, har tú vart uppvaksin, og einki annað kom upp á tal. Tú sást spælararnar á besta liðnum í tínum nærumhvørvi í gerandisdegnum, og sjálvt um teir ikki høvdu spælt móti stórum útlendskum stjørnum, høvdu teir hetjustøðu í teimum lokalu dreingjahjørtunum.

Tann 30. august skal NSÍ til Havnar at møta HB. Vónirnar eru so sum so. Hóast liðið hevur staðið seg væl í kappingini, er tað bara ein sannroynd, at NSÍ tapir móti HB.
Men hetta skal vísa seg at verða árið, tá fleiri spøkilsi verða jarðað. Fyrr á árinum hevði NSÍ vunnið á B68 fyri fyrstu ferð, og nú kemur eisini fyrsti sigurin móti HB. Einki bendir á tað frá byrjan. HB trýstir øgiligt, og tvær ferðir raka teir stengurnar, áðrenn NSÍ ímóti leikgongdini fær hol á. Sjálvandi er tað Peter Frain, sum eftir trunkaspæl fær seinasta fótin á.
Í seinna hálvleiki fær NSÍ fótað sær, og eitt skjótt mótálop endar við, at Peter Frain skorar sítt fimta mál í tveimum dystum. Tá so tíggju minuttir eru eftir, økir Oddfríður Gaardbo til 3-0 við ivaleyst besta langskoti, hann nakrantíð hevur skotið. Nú man sigurin vera vísur… ella? HB leggur nú øgiligt fyri, og fimm minuttir seinni vísir nýggja máltalvan í Gundadali 3-2, og enn er tíð eftir. Trýstið seinastu minuttirnar er øgiligt, men tá Kim Ejdesgaard bríkslar fyri seinastu ferð, sigur máltalvan tað sama. NSÍ hevur fyri fyrsti ferð nakrantíð og púra óvæntað vunnið á HB í Gundadali.
Sigurin verður upp aftur søtari, tá tað frættist, at bæði GÍ og TB missa stig móti liðum úr lægra enda av kappingini, so stigatalvan eftir 11 umfør sigur 15 stig til GÍ, 14 stig til HB og TB og 13 stig til NSÍ. Við bert trimum umførum eftir at spæla er kappingin um føroyameistaraheitið víðopin, og fyri fyrstu ferð spælir NSÍ ein veruligan leiklut.

Í september 1987 vóru fleiri av donsku hetjunum úr Meksiko so smátt farnar at eldast, og í undankappingini til EM í 1988 var Danmark í stórum trupulleikum. Sjampanjufótbólturin, sum dreingirnir hjá Piontek høvdu víst seinastu árini, var burtur, og tá Danmark tapti 1-0 í Wales, bendi einki á, at liðið yvirhøvur fór at kvalifisera seg til endaspælið. Tað var sum um danska dynamittið var blivið vátt. Serliga striltið gekk tað at skjóta mál. Í fimm dystum í undankappingini høvdu danir bert skotið trý mál. Danska fótbóltsævintýrið við EM-hálvfinalu í 1984 og sjampanjufótbólti í 1986 sá út til at vera av.

Og tíverri verður NSÍ-dynamittið eisini vátt. Við trimum umførum eftir og eini á pappírinum yvirkomiligari dystarskrá er onkur fjølmiðil farin at nevna NSÍ sum ein veruligan FM-kandidat, men liðið megnar ikki at liva upp til vónirnar, sum tað sjálvt hevur skapt við sínum góðu úrslitum. Tríggjar dagar eftir, at Danmark hevur tapt í Wales, tapir NSÍ á heimavølli uppiborið 1-2 móti LÍF, og sjálvt um GÍ eisini tapir, og HB og TB spæla javnt sínámillum, kennist tapið móti leirvíkingum sum ein spiltur møguleiki. Úrslitini gera, at tey trý fremstu liðini hava 15 stig í part, og NSÍ hevur 13. Allar súðir eru ikki syftar, men nú skal vilja heilt væl til, um øll trý liðini omanfyri snáva í tveimum teimum seinastu umførunum. Møguleikin at vinna meistaraheitið er so gott sum fokin.
Og tað ger hann so eisini í næsta umfarinum, tá NSÍ fer til Vágs og spælir 0-0 móti botnliðnum VB. GÍ og TB vinna og fara trý stig framum NSÍ. Vónin er brostin, og Jeppe dettur úr barónasongini.

Sjálvt um tað ikki bleiv til nakað meistaraheiti til NSÍ í 1987, spældi liðið ein høvuðsleiklut í kappingini hetta árið. Ongantíð fyrr hevði NSÍ verið so væl við í oddastríðnum, og sjálvt um FM-møguleikin var fokin áðrenn seinasta umfar av kappingini, hevði NSÍ eisini ein týðandi leiklut heilt til tað síðsta í einum av mest spennandi endaumførum í føroyskari fótbóltssøgu.
Støðan áðrenn síðsta umfar var tann, at GÍ var fremst við 17 stigum. TB hevði eisini 17 stig, men verri málmun, og HB var beint í hølunum við 16 stigum og betri málmuni enn bæði GÍ og TB. So alt kundi henda.
Í síðsta umfari kom oddaliðið GÍ til Runavíkar. Tey flestu høvdu GÍ sum favoritt til at vinna dystin og harvið FM, tí NSÍ hevði einki at spæla fyri og endaði á fjórða plássi óansæð. TB hevði heimadyst móti VB, sum stríddist fyri at yvirliva í deildini, og HB var í Klaksvík.
FSF hevði eisini GÍ sum favoritt, tí bæði FM-steypið og FSF-formaðurin Torleif Sigurðsson vóru í Runavík til dystin. Men FSF hevði eina tyrlu klára, um tað nú skuldi gerast neyðugt í skundi at fara til Tvøroyrar ella Klaksvíkar við steypi og heiðursmerkjum. Og tað skuldi tað.
NSÍ vann 3-1 móti GÍ, og tað merkti, at bæði TB og HB yvirhálaðu gøtumenn. TB og VB spældu javnt 0-0 á Sevmýri. Tað var nóg mikið hjá TB at gerast føroyameistari, men ikki nóg mikið hjá VB til at halda sær uppi. Í Klaksvík endaði tað 1-1. Hevði HB vunnið, høvdu teir strokið avstað við meistaraheitinum.
NSÍ vann á bæði TB, HB og GÍ í landskappingini í 1987. Men teir vunnu ikki á VB, sum endaði aftast, og tað tekur líkasum væl samanum árið. Typiskt NSÍ, vildi onkur sagt – og árið eftir fluttu teir niður…

 

Líknandi tíðindi