Betri-liðini

Eitt stig er eitt stig: AB-NSÍ 0-0


NSÍ hevur í kvøld spælt javnt á Argjum 0-0.

Fyrst umberingarnar
Tað var so greytatjúkt í mjørka á Argjum í kvøld. Tað var trupult at síggja nakað sum helst – tað gagnar ikki fótbóltsspælinum. Bara EIN gulur sjónligur bóltur var, og tað hevði við sær, at eini 10% av dystinum fóru við at finna bóltin, tá hann var farin út, og at fáa hann í spæl aftur. Fyri hesi 10%ini og ymsar snuddir vórðu bert 2 minuttir lagdir aftrat leiktíðini í endanum. Einar fekk ein snudd, og órógvaði tað spælið frameftir nakað, eftirsum Heðin fór aftur í verjuna eina løtu. Ná, hatta vóru umberingarnar.

Síðani frásøgnin
Somu 11 byrjaðu inni, sum hava byrjað inni seinastu nógvu dystirnar: Andras, Jónhard, Jens, Johan, Einar, Jann Martin,Justinus, Jann Ingi, Heðin, Klæmint og Christian Høgni.

Dysturin minti fyrstu løtuna um fleiri av dystunum, sum vit at enda hava vunnið. NSÍ hevði nógv gott og skjótt spæl uttan at bólturin vildi inn. Tað er sæð fyrr – so eingin grund til panikk.

NSÍ hevði eitt horna longu í 5. minutti. Tað endaði við einum skoti frá Jústinus uttanifrá og síðani einum høvdara frá Jann Martin. Fyrstu 10 minuttirnar hevði NSÍ meiri spæl, meðan AB dúvaði uppá onkran kontramøguleika.

NSÍ hevði eitt gott skjótálop í 15. minutti, sum Christian Høgni og Klæmint stóðu fyri, men málmaðurin kom út og tók bóltin. Í 17. minutti mundi NSÍ skorað eftir eitt kontraálop við nógvum spælarum í vinstru síðu, men AB-málmaðurin fekk júst parera bóltin.

Christian Høgni og Jann Ingi spældu seg væl ígjøgum í 19. minutti, og í 21. minutti spældi Jann Martin ígjøgnum verjuna til Jann Inga, ið legði innfyri – AB fekk júsut bóltin burtur. Í 27. minutti varð Einar spældur ígjøgnum í vinstru síðu av Jústinus, men skotið fór í síðunetið.

Í 36. minutti lá Einar eftirá eftir eitt AB-horna. Hann var úti einar 5 minuttir og kom so innaftur at spæla úti í síðuni, meðan Heðin fór aftur í verjuna.

Jústinus fekk eitt sera bíligt gult kort í 42. min, tá Ble tóktist at detta um beinið hjá honum. Klæmint varð spældur ígjøgnum í 44. minutti, men ein maður kom fyri skotinum.

Í hálvleikinum sá ikki so galið út. NSÍ hevði havt mestsum alt spælið, meðan AB fyri tað mesta royndi seg við kontraálopum. Hendan gongdin var sæð fyrr, so málið mundi fara at koma.

Og okkara dreingir fóru hugagóðir inn til annan hálvleik.

Longu í 48. min. hevði NSÍ ein hálvan kjans úr høgru síðu, men einki spurdist burturúr.

Karoly kom inn fyri Einar í 51. min. Hetta gav okkum okkurt eyka har frammi, men av tí at Heðin var bundin í verjuni, bar ikki so væl til hjá honum at leypa á AB-verjuna, sum vit hava sæð hann gjørt við so góðum úrslitum í ár.

NSÍ hevði horna í 54. og 56. minutti. Sum fráleið bleiv eitt stríð um miðjuna á vøllinum, har bæði liðini mistu nógvar bóltar burtur. Christian Høgni og Karoly vístu góðar taktir við smáspæli í 63. minutti, men einki spurdist burturúr.

Jústinus hevði eitt skot útifrá í 65. minutti. Og í 69. minutti fekk Klæmint ein stóran kjans, eftir at Heðin hevði strítt seg væl ígjøgnum í vinstru síðu og spælt bóltin til Jann Martin, ið legði inn fyri.

Debes kom inn fyri Jann Martin í 75. minutti. Jens hevði ein høvdara uppá mál eftir horna í 78. minutti, og Karoly hevði eitt skot útifrá í 34. minutti.

Hóast AB mestsum allan dystin hevði roynt at vart seg so manniliga og satsa uppá kontra, gjørdust teir naskari móti endanum. Andras hevði eina stórbjarging í 81. minutti eftir AB-skot útifrá. Og í 85. minutti bjargaði hann aftur eftir skoti frá miðskeiðis í 16-metrinum.

Karoly hevði kjansir í 86. og 90. minutti, men bólturin fór uppum.

Soleiðis endaði dysturin. Vit høvdu spælið og kjansirnar meginpartin av dystinum, men AB kundi avgjørt til sín fyrimun móti endanum. Vit kundu saktans havt vunnið við teimum kjansunum, sum vit skaptu, men tað bleiv ikki í dag.

Og at enda – stóra perspektivið
Vit fingu eitt stig á Argum í dag. Nú í summarsteðginum eru vit einsamalt oddalið í Vodafonedeildini. Vit eru ósigraði í teimum 10 seinastu dystunum.

Nú er ein spennandi avbjóðing í Europa League fyri stavn, og síðani møta vit B68 við Løkin í Vodafone-deildini um ein mánað.

Leikarar og venjarar eiga stóra tøkk og rós uppiborið fyri eitt framúr fyrra hálvár, har vit sum áskoðarar hava fingið fantastiskar upplivingar, søguligar sigrar og nógv mál – vit kundu ikki ynskt okkum meira. Innsatsurin hevur verið fyrstafloks, og NSÍ er nummar 1!

Somuleiðis eiga viðhaldsfólkini stóra tøkk fyri dygga stuðulin. Tit skapa stemningin!

Birita Hansen hevur tikið nakrar myndir frá dystinum, og eru tær í litunum sera vælhóskandi til stemningin hjá okkum, tá hesin 0-0 dysturin endaði.
[nggallery id=52]

Líknandi tíðindi