Betri-liðini

Einar longt við NSÍ


NSÍ fegnast um, at ein av stuðulsspælarunum, okkara egni Einar T. Hansen, hevur skrivað undir sáttmála við NSÍ fyri kappingarárið 2011.

Einar, sum er 22-ára gamal, spældi 25 dystir í Vodafonekappingini í fjør, umframt dystirnar í steypakappingini og Europa League. Einar hevur vanliga spælt á vinstra bakki í góðum samstarvi við Heðin á Lakjuni á vinstra kanti, men hevur eisini roynt seg í miðverjuni.

Líknandi tíðindi