Einar dagsins maður móti B71

Síðani 2-0 dystin móti B71 við Løkin seinasta leygardag hava heili 204 nýtt høvi at velja dagsins mann í dystinum.

Tað eru serliga verjuleikararnir Einar og Petur Pauli, sum hava ligið í oddinum alla vikuna.

Tá avtornaði valdu tit føðingardagsbarnið Einar T. Hansen til dagsins mann við 50 atkvøðum (25 %) í mun til tær 45 atkvøðurnar hjá Petur Paula Mikkelsen. András Gángó fekk 21 atkvøður á triðja plássi.

Tað er annars vanliga so, at tá vit vinna dystir, er tað álopið ella miðjan, ið fær tær nógvu atkvøðurnar, meðan verjan og málmaðurin vanliga verða lønt fyri at stríðast, tá vit tapa.

Men í hesum førinum var tað so Einar, ið fekk heiðurin at verða valdur dagsins maður í ársins fyrsta dysti. Einar var sera eyðsýndur í dystinum. Hann fór fleiri ferðir fram við í síðuni og legði upp til tað fyrra málið, og skjeyt sjálvur tað seinna við einum hegnisligum frísparki.

Vit ynskja Einari tillukku, og ynskja annars øllum liðinum góða eydnu móti HB við Løkin í morgin kl. 15.
[poll id=”2″]

Líknandi tíðindi