Eik Cup 2011: Stak væl eydnað innandurafótbóltskapping

Heili 60 lið vóru við í innandurafótbóltskappingini Eik Cup 2011, sum varð hildin í gjár í Ìtróttarhøllini í Runavík.

Byrjað varð leygarmorgunin kl 09.00 og hildið varð áfram til umleið kl 23.00 um kvøldið.

Tey trý ovastu liðini í hvørjum aldursbólki vóru: Sí myndir av vinnarunum.

Pinkulingar:

  1. Gull – Barca
  2. Silvur – Barcelona
  3. Bronsa – FC Kambur

Smápiltar:

  1. Gull – Manchester United
  2. Silvur – Jassarnir
  3. Bronsa – Víkingur 3

Piltar:

  1. Gull – Team Hoyvík
  2. Silvur – Red Dragons
  3. Bronsa – Bólturin

Smádreingir:

  1. Gull – FC Eikin
  2. Silvur – Kurla
  3. Bronsa – Birmingham

Dreingir:

  1. Gull – Manchester
  2. Silvur – B68
  3. Bronsa – Motion of Ocean

Høvuðsstuðul til kappingina var Eik.

Ungdómsnevndin hjá NSÌ takkar Eik hjartaliga fyri stuðulin.

Vit takka øllum luttakandi liðunum, leikarum og foreldrum, sum gjørdu at kappingin eydnaðist sera væl.

Myndir frá vinnandi liðunum verða víst á heimasíðuni fyrst í komandi viku.

Ætlandi verður næsta innandurakappingin hjá NSÌ um miðjan Februar 2012.

[nggallery id=191]

Líknandi tíðindi