Betri-liðini

Effo: Undirhald uttan mál

Okkara menn høvdu ríkiligt av møguleikum til at avgera dystin, men dagsins maður var Teitur Gestsson, sum hevði fleiri bjargingar í serflokki – hann tók snøkt sagt alt, sum kom innanfyri stengurnar og tí bleiv tað einans til tað eina stigið – hóast okkara leikliga vóru omaná meginpartin av tíðini.
Byrjanin av dystinum var annars so sum so – tilvildarligt spæl og nógvir feilir í uppspælinum hjá báðum liðum sum gjørdi, at tað mundi ganga útímóti einum korteri, áðrenn betri skil so smátt kom uppá spælið.
Tá 10. min. vóru farnir legði Einar væl innfyri, men Teitur fekk jústað bóltin útav. Í 17. min. sendi Hákun ein góðan bólt úr høgru tvørturum brotsteigin, har Klæmint fluktaði á málið, men Teitur bjargaði meistarliga. Í 18. min. leggur Magnus – staddur frammi í horninum – aftur til Pól Jóhannus, sum leggur innfyri og har skallar Klæmint beint framvið.
Um fyrsta korterið kann annars sigast, at tað hevur verið rímuliga javnt og liðini hava spælt nokk so sløsut við nógvum feilum og tey hava mangla nærlagdni sum heild.
Í 20. min. er tað Jonhard sum kemur í góða støðu og úr spískum skjýtur hann, men Teitur bjargar til hornaspark, sum Magnus tók og Pól Jóhannus skallaði framvið.
Í 23. min. endar gott uppspæl við at Hákun spælir Pól Jóhannus og fær hann aftur og skjýtur og Teitur bjargar. Løtuna aftaná er aftur frálíkt álopsspæl hjá NSÌ, sum byrjar afturi í vinstru síðu ímillum Einar og Pól Jóhannus. Bólturin blívur spældur fram í vinstru síðu til Jann Martin, sum spælir tvørturum til Hákun sum skjýtur, men aftur bjargar málmaðurin í stórum stíli.
Í 30. min. hava vit horna sum kemur til Klæmint, sum skallar í fangið á málmanninum. Í 41. min. er tað Pól Jóhannus, sum spælir Einar leysan, men skotið fer beint omanfyri og tað var samstundis síðsta næska skotroyndin í fyrra hálvleiki.
Samanumtikið var tað NSÌ sum hevði meira at bjóða uppá í fyrra hálvleiki, uttan tó at kunna gagnnýta nakran av møguleikunum til fulnar – takkað verið einum stórspælandi HB málverja.
Fyrstu løtuna i seinna hálvleiki trýsti NSÍ aftur og fingu eina røð av hornaspørkum upp í slag. Løtuna aftaná kemur HB eitt sindur frægari inn i dystin. Í 56. min sendir Einar fríspark í fangi á HB málverjanum. Í 57. min. hava vit nøkur innlegg, sum ikki blíva nóg farlig. Í 61. min hava vit aftur vandamikið álop, sum endar við at Klæmint skallaði, men málmaðurin bjargaði bóltinum útaftur í spæl.
66. min farnir, NSÍ hevur havt fleiri yvirtalsstøður, sum teir ikki hava dugað at gagnnýta. Aftaná er tað HB, sum hevur skotroynd beint omanfyri málið. Í 71. min. kemur Magnus at standa púra leysur í brotsteiginum, men Teitur stórbjargar við fótparadu. Í 72. min. hava vit fríspark í vinstru, sum málmaðurin loftar og løtuna aftana endar sera gott uppspæl við innleggi til Klæmint, men enn einaferð stórbjargar málmaðurin, við aðrari hondini út til horna.
Í 75. min. kemur Pól Jóhannus ígjøgnum í vinstru síðu, leggur innfyri, men verjuspælari tveitir seg og fær bóltin út til horna, sum so endar í fanginum á málmanninum. Í 83. min. høvdu vit bóltin í málinum. Tað var Haraldur sum legði innfyri til Pól Jóhannus, sum skallaði í málið, men dømt var fyri rangstøðu. Í 87. min. dregur Pól Jóhannus ígjøgnum alla HB verjuna, spælir bóltin fyri føturnar á Peturi Knudsen sum skjýtur, men skotið bleiv blokkerað.
Í 88. min. fingu HB-arnir eitt vandamikið skjótálop, tá bólturin bleiv sendur innum NSÍ verjuna, men tíbetur var Gango vakin – og úti nóg tíðliga til at rudda burtur. Í 91. min. hevði HB vandamikið fríspark frammi í vinstru síðu, sum bleiv skallað út úr brotsteiginum. Í 94. min. blívur Petur, sum var eyðsýndur løtuna hann var inni, aftur feldur frammi í høgru síðu. Frísparkið skeyt Einar á málmannin.
Samanumtikið hóast alt ein undirhaldandi dystur – sum sagtast kundi blivið ríkaður við nøkrum málum – møguleikarnir vóru í øllum førum til tað. NSÍ var betra liðið, men tað eru málini ið telja og í dag var málturkur og liðini bæði fingu so hvør sítt stig. Hetta viðførdi samstundis, at B36-arnir longu í dag kunnu kalla seg føroyameistarar og tað fara vit eisini at nýta høvið at ynskja teimum hjartaliga tillukku við.
Okkara næsti dystur verður hin 20. september á Tvøroyri.

.NSÍ – HB 0 – 0 (0 – 0)

NSÍ: Andras Gango – Johan Jacobsen, Jens Joensen, Monrad H. Jacobsen, Einar Tróndargjógv -Jonhard Frederiksberg (77. Petur Knudsen) , Jann Martin Mortensen (88. Per Langgaard), Hákun Edmundsson ( 80. Haraldur R. Højgaard), Magnus H. Olsen, Pól Jóhannus Justinussen, – Klæmint A. Olsen

(skrivað hevur Eyðun Gaardbo)

Líknandi tíðindi