Effo: Sannførandi seinni hálvleikur gjørdi munin

Tá alt kom til alt, bleiv talan um ein stórsigur, men tað var onki sum bendi á hetta, tá fyrri hálvleikur var av, men okkara menn tóku annað skinn um bak í seinna hálvleiki og vunnu sannførandi 6 – 0. Serliga innskiftu mennirnir vóru eyðsýndir í seinna hálvleiki – Chr. Høgni við 2 málum og einum uppleggi og Haraldur við einum máli.

Fyrri hálvleikur var annars merktur av nógvum feilsendingum frá báðum pørtum og tilvildarligir møguleikar stóðust burturúr púra vandaleysum støðum. EB/Streymur hevði kanska teir betru møguleikarnar og hóast okkara menn høvdu lítla leikliga yvirvág, so manglaði neyvleiki og nærlagdni til málgevandi sendingina og tí var eitt ótal av hálvum møguleikum, sum onki góvu. EB/Streyma møguleikarnir stóðust í stóran mun burturúr skjótum mótálop, m.a. tá 2 min. vóru farnir høvdu høvdu teir eitt skot á tvørtræið og afturum og í 5. minutti var eisini vandi á ferð, tá bólturin datt niður á yvirliggjaran og útaftur í málteigin og bleiv ruddaður burtur.

Í 19. min. høvdu vit horna í vinstru, har Pól Johannus skallaði beint framvið. Í 25. min. fekk Klæmint ein ókeypis møguleika, tá verjan hjá teimum spældi sær av við bóltin, men hann valdi at hala hann aftureftir og tann sendingin kom ikki fram til viðleikaran. Okkara besta roynd í fyrra hálvleiki mundi vera, tá 34. min. vóru farnir, tá Árni kom í góða støðu, miðskeiðis fyri á brotsteigarmarkinum – aftaná neyva tvørsending frá Jann Martin úr høgru, men skotið fór beint framvið. Í 40. min. fekk EB/Streymur fríspark beint uttan fyri brotsteigin mitt fyri – men skotið rakti múrin og fór út til horna.

Sum heild um fyrra hálvleik kann sigast, at menn vóru ikki nóg nærlagdir og kanska ávirkar støðan á stigatalvuni hugburðin – at menn taka tað ov lætt og hetta var samstundis eitt gott dømi um, at onki kemur av sær sjálvum og tað má ein munabetri innsatsur til, fyri at fáa sigurin heim. Uttan iva hava venjararnir eisini umrøtt hetta í steðginum – tí í seinna hálvleiki var ongin ivi um, hvønn veg sigurin fór.

Fyrstu veruligu royndina í seinna hálvleiki hevði Jonhard, tá hann í 50. min. dróg tvørturum, nakað uttan fyri brotsteigin og skeyt eitt flatt skot, sum málverjin bjargaði út til horna. Hornasparkið skallaði Klæmint og EB/S leikari bjargaði á strikuni. Løtuna beint aftaná var aftur eitt innlegg, sum Per skallaði omanfyri.

Í 59. min. fingu vit hol á og tað var Árni Frederiksberg, sum eftir gott uppspæl tvørturum vøllin, úr høgru síðu dróg fram ímóti verjuni, spældi Chr. Høgna og fekk bóltin aftur og skeyt flatt lágt í handaru málsíðu, so var 1 – 0.

Í 63. min. skeyt Árni fríspark, sum verjan fær skallað til horna. Okkara varðveita álopið til 65. min. tá fyrst Árni leggur innfyri úr høgru og Pól Johannus skallar í stongina og út, bólturin verður ruddaður útfrá og endar hjá Haraldi, sum úr einum 20 metrum langaði til. Málmaðurin royndi at boksa afturum, men bólturin sat í netinum og so var støðan 2 – 0.

Í 68. min. bleiv tað 3 – 0. Aftaná gott NSÍ álop har fyrst Árni royndi seg við skoti og so kemur bólturin útaftur og Chr. Høgni við vinstra plaserar bóltin í handaru stong og í málið.

Í 73. min. bleiv tað 4 – 0. Monrad sendi eina góða sending fram til Árna á høgra vongi. Árni dróg fram og legði bóltin eftir jørð innfyri og har var Klæmint fyrstur á og prikaði bóltin í netið til 4 – 0.

Í 83. min. spælir Jóhan Christian Høgna leysan. Hann skjýtur við vinstra og málmaðurin bjargar væl við fótinum til horna.

Í 88. min. økir Pól Johannus til 5 – 0. Tað er annars Klæmint sum blívur spældur leysur og skjýtur við vinstra – málverjin hálvbjargar og Pól Johannus er skjótur eftir leysa bóltinum og setir hann inn.

Í 86. min. dregur Klæmint framvið málmanninum, men skotið við vinstra fór uppum.

Í 90. min. er Chr. Høgni aftur uppá spæl. Stutt uttan fyri brotsteigin sendir hann bóltin í netið til 6 – 0, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.

Samanumtikið ein góðkendur innsatsur og uppiborin sigur, sum viðførdi – nú Víkingur tapti ímóti B36, at vit nú eru á 2. plássi, men langt er upp til B36.

Øll eygu verða nú vend ímóti Tórsvølli næsta leygarkvøld, tá vit møta Víkingi í steypafinaluni. Tann størsti einstaki dysturin á árinum – langt er síðani seinast, so latið okkum gera leygarkvøldið til eitt festkvøld í gulum.

NSÍ – EB/Streymur 6 – 0 (0 – 0)

1-0: Árni Frederiksberg 59.

2-0: Haraldur R. Højgaard 65.

3-0: Chr. Høgni Jacobsen 68.

4-0: Klæmint A. Olsen 73.

5-0: Pól Johannus Justinussen 88.

6-0: Chr. Høgni Jacobsen 90.

 

NSÍ: Andras Gango – Johan Jacobsen, Per Langgaard, Monrad H. Jacobsen, Jonhard Frederiksberg, – Jann Martin Mortensen (52. Chr. Høgni Jacobsen), Hákun Edmundsson, Magnus H. Olsen (46. Haraldur R. Højgaard), Pól Jóhannus, Árni Frederiksberg (76. Petur Knudsen) – Klæmint A. Olsen

(skrivað hevur Eyðun Gaardbo)

chj

Líknandi tíðindi