Dreingirnir vunnu bronsuna

Ígjár vunnu NSÍ dreingirnir bronsu í FM kappingini í meistarabólkinum.

Við kappingarbyrjan, var málið at enda sum topp trý í landskappingini og at koma í steypafinaluna.

Nú kappingin er liðug, kann man siga at tað eydnaðist rímuliga væl at náa setta málinum. Í steypakappingini náddu dreingirnir akkurat ikki at koma í finaluna. Eftir umdyst og brotssparkapping máttu dreingirnir lúta fyri B36 sum kom í finaluna.

Í landskappingini hevur tað gingíð rímuliga væl. B36 og KÍ hava verið tey bestu liðini í ár, meðan NSÍ og FC Suðuroy hava kappast um triðja plássið. Ígjár varð tað staðfest at okkara dreingir vunnu bronsuna.Sum tað sær út i løtuni verður tað bert dreingjaliðið sum vinnur heiðursmerki í landskappingini í FM bólkinum.

NSÍ hevur nokk havt tað yngsta liðið í bólkinum. Heili 10 av dreingjunum hava aldur at spæla næsta ár í dreingjadeildini.

Teir íð hava mannað dreingjaliðið hjá NSÍ í 2011:

Karstin Hansen, Jákup Andrias Gaardbo, Tráin Petursson, Hilmar Højgaard, Jógvan Sigvardsen, Kristian Simonsen, Fróði Klein, Leivur Højgaard, Ari Langaard, Betuel Hansen, Meinhard Olsen, Hans Jón Jacobsen, Albert Johannesen, Lukas Sólheim, Hans Jákup Rasmussen, Ingvar Hansen og Jákup Mortensen. Venjarir: Egil Olsen og Sámal Hansen

Líknandi tíðindi