Dreingir U-14: Aftur á rættari kós – NSÌ-EB/S 2-1

Logo NSÌ

 

 

 

 

 

 

Fyri tveimum vikum síðani taptu okkara dreingir ruddiliga og uppiborið 4-0 móti B36 í Havn. Vikuna eftir vunnu teir 5-0 móti grannunum av Skála. Leygardagin høvdu teir so vitan av felagsliðnum úr Sundalagnum. Undan dystinum lá NSÍ á fjórða plássi við 12 stigum, meðan EB/Streymur lá nummar 8 við 5 stigum.

Tað vóru tó dreingirnir úr EB/Streymi, sum komu betri frá byrjanini í góðveðrinum við Løkin. Teir løgdu eitt ávíst trýst á NSÍ-málið, og tað dámdi ikki okkara leikarum. Tað var eisini EB/Streymur, sum fekk fyrsta málið. Ein villa í verjupartinum hjá okkum gjørdi, at ein EB/Streymari púra ótarnaður kundi seta bóltin í netið til 0-1.

Nú líkasum vaknaðu okkara dreingir við. Eitt fríspark verður lagt eftir jørð inn til Kára Hansen, sum smekkar til. Bólturi fer beint upp í hondina á einum EB/Streymaleikara, og dómarin, Magnus Olsen, bríkslar fyri brotsparki. Pætur Hentze setti brotsparkið ósvikaliga trygt í netið til støðuna 1-1. Og júst Pætur var sera sjónligur leygardag. Deiligt at síggja, at hann er við at koma fyri seg aftur.

Ein annar, sum eisini var sera sjónligur leygardagin, var Mórits Heini Mortensen. Stutt eftir brotsparkið fáa okkara dreingir horna. Tað verður sent væl innfyri. Onkursvegna dettur bólturin fyri føturnar á Mórits Heina, og hann spekkar hann í kassan. Eftir lítlari løtu høvdu okkara vent 0-1 til 2-1 til NSÍ. Tað, sum eftir var av fyrra hálvleiki, var longri millum málmøguleikarnar.

Í seinna hálvleiki kom onki mál. Okkara høvdu munin allan hálvleikin á tamb, men teir vóru ov óneyvir framman fyri málinum. EB/Streymur kom so at siga ikki til nakað sum helst, fyrst og femst tí at verjan hjá okkum stóð væl. Mórits Heini stýrir og Rani og Benjamin stríðast. Eitt skot høvdu teir á okkara mál, men tá vardi Petur Sjúrður væl fyri. Í hinum endanum høvdu Dávid, Sonni, Rani og Kári royndir á málið, men tær góvu onki úrslit.

Taka vit samanum, so kom EB/Streymur á odda. Okkara dreingir vístu tó vilja, og stríddu seg framum aftur longu í fyrra hálvleiki. Sum hini úrlitini lagaðu seg, so vunnu vit okkum í øllum førum eitt pláss upp eftir stigatalvuni. B36 vann á Víkingi, og B68 leikti javnt við oddaliðið HB. Støðan sæst inni á http://www.fsf.fo/Default.aspx?ID=479

Teir, sum mannaðu liðið leygardagin, vóru:

Petur Sjúrður, Rani, Mórits Heini, Benjamin, Jógvan, Kári, Heðin, Sonni, Pætur, Elmar, Meinhard og Dávid. Aron og Sjúrður Pauli sótu uttan fyri við skaða.

DYSTARFRÁSØGN: Dan Lamhauge

Líknandi tíðindi