|

Djóni takkar fyri seg: – Framtíðin er bjørt!

Djóni Nolsøe Joensen takkar fyri seg í Runavík. Men hann er framvegis gulur!

Djóni er glaður fyri hálva árið í Runavík.

– Tað føldist stórt og eg kendi meg vælkomnan aftur frá fyrsta degi. Eg var væl móttikin av øllum í mínum barndómsfelagi.

Tað eru nøkur ár síðani at Djóni seinast var ein partur av NSÍ, og okkurt er eitt sindur broytt hesi árini.

– Tað hevur verið ein lærurík tíð, og nógv er broytt síðani eg gavst. Alt er blivið meira professionelt rundanum 1. liðið. Eg royndi at eggja til enn meira ‘fightara-vilja’ millum leikararnar, tí tað er ein góð kombination afturat teirra framúr fótbóltsevnum.

Nú stendur enn eitt kappingarár fyri framman, og Djóni hevur rósandi orð til felagið.

– Tað er ein lovandi og bjørt framtíð, sum gongur NSÍ á møti. Har eru nógvir royndir leikarar, ið saman við ótrúliga evnaríkum leikarum geva NSÍ eina bjarta framtíð.

Harry Knudsen hevur eisini tikið sítt stóra tørn fyri NSÍ, og vilja vit eisini takka honum hjartaliga.

NSÍ takkar somuleiðis Djóna fyri tíðina í Runavík. Hann er ein hetja við Løkin.

djoni

 

 

Líknandi tíðindi