Betri-liðini

Christian Høgni dagsins maður móti KÍ

Tit valdu Christian Høgna Jacobsen, liðskipara og dupultan málskjútta til dagsins mann í dystinum móti KÍ seinasta leygardag. Vit vunnu 2-1 í einum sera lívligum og spennandi dysti í góðum summarveðri í Klaksvík.

Christian Høgni skoraði útjavnandi málið uppá brotsspark, eftir at hann varð feldur í brotsteiginum. Og móti endanum av dystinum var hann hægstur beint framman fyri málið og høvdaði bóltin í málið eftir fríspark frá Einari í høgru síðu.

Christian Høgni fekk 32% (79 atkv.) av teimum 246 givnu atkvøðunum íalt. Nummar tvey gjørdist Mamuka við 21% (51 atkv.), meðan Razak gjørdist nummar trý við 15% (36 atkv.)

Vit ynskja Christiani Høgna tillukku og annars honum og øllum hinum góða eydnu í dystinum móti EB/Streymi við Løkin í kvøld kl. 18 í kappingini um Løgmanssteypið.
[poll id=”7″]

Líknandi tíðindi