Betri-liðini

Christian Høgni dagsins maður móti B68

Síðani spennandi og tøttu grannauppgerðina móti B68 við Løkin seinasta mikukvøld hava tit havt høvi at velja dagsins mann.

Kappingin hevur verið hørð, serliga millum Christian Høgna og Razak. Nú, tá avtornaði, er bert ein atkvøða á muni millum teir báðar.

Tit hava sostatt valt einsamalla málskjúttan í dystinum, liðskiparan og undangongumannin, Christian Høgna Jacobsen til dagsins mann við 21% (42 atkv.) av teimum íalt 199 givnu atkvøðunum. Honum á baki kemur Razak somuleiðis við 21% (men 41 atkv.). Jens fekk 17% (33 atkv.).

Christian Høgni var eyðsýndur hendan dagin í royndunum at fáa eitt líkinda álopsspæl at koyra í nógva vindinum. Tað var eisini ein stór fragd at síggja hann finna málmeskarnar aftur við einum góðum máli. Vit síggja fram til, at hann eisini í ár fer at plága og ræða verjurnar kring landið, eins og hann hevur gjørt tað so mong onnur kappingarár.

Razak var eisini eyðsýndur á miðjuni við sínum róligu spælingum – mangan sá hann spælimøguleikar, sum eingin annar sá, og spældi bóltin við stórum neyvleika.

Jens stríddist manniliga í verjuni í truplum umstøðum móti einum ágangandi B68-liði, sum fyri alt í verðini ynskti sær mál og ein sigur móti NSÍ.

Vit ynskja Christian Høgna tillukku við valinum, og ynskja annars honum, Razak, Jens og øllum hinum góða eydnu móti EB/Streymi við Margáir kl. 17 í dag.
[poll id=”5″]

Líknandi tíðindi