Betri-liðini

Christian Høgni – dagsins maður móti HB


Síðani 2-0 sigurin á HB á Eystanstevnu seinasta leygardag hava tit havt høvi at velja dagsins mann í dystinum.

Ikki óvæntað varð liðskiparin og tvífaldi málskjúttin, Christian Høgni, valdur til dagsins mann. Christian Høgni fekk heili 51% (183 atkv.) av teimum 362 givnu atkvøðunum. Samlaða atkvøðutalið er tað hægsta higartil. Eitt so greitt val av dagsins manni er bara komið fyri einaferð fyrr – tað var eftir dystin móti B68 á Toftum, tá Christian Høgni eisini fekk 51%.

Jann Ingi, 11% (40 atkv.), og Jústinus, 7% (26 atkv.), gjørdust nummar tvey og trý. Jann Ingi hevur verið í topp trý allar dystirnar, sum hann hevur spælt – hann setir í so máta met hvørja ferð. Tað er eisini stuttligt at síggja Jústinus, sum hevur stríðst so manniliga á miðjuni alt ár, í topp trý.

Vit ynskja Christiani Høgna hjartaliga tillukku við heiðrinum, og ynskja honum og øllum hinum góa eydnu móti AB á Argjum í morgin kl. 17.

Eftir dystin verður opnað fyri nýggjari atkvøðugreiðslu.
[singlepic id=2016 w=320 h=240 float=]
[singlepic id=2017 w=320 h=240 float=]
[singlepic id=2063 w=320 h=240 float=]
[singlepic id=2064 w=320 h=240 float=]
[singlepic id=2080 w=320 h=240 float=]
[singlepic id=2089 w=320 h=240 float=]
[singlepic id=2090 w=320 h=240 float=]
[singlepic id=2107 w=320 h=240 float=]
[poll id=”12″]

Líknandi tíðindi