Betri-liðini

Christian Høgni – dagsins maður móti B71


Síðani 6-1 dystin móti B71 seinasta sunnudag hava tit havt høvi at velja dagsins mann í dystinum.

Hóast liðið alt spældi sum ein dreymur, varð liðskiparin og tvímálsskjúttin Christian Høgni greitt valdur til dagsins mann við 34% (67 atkv.) av teimum 195 givnu atkvøðunum. CHristian Høgni var sum ikki einaferð sera eyðsýndur í álopsspælinum, bæði sum málskjútti og sum skapari av kjansum hjá viðleikarunum.

Hin tvímálsskjúttin, Klæmint, gjørdist nummar tvey við 11% (21 atkv.), og avloysarin fyri Jens í verjuni, ungi og evnaríki Per Langgaard, gjørdist nummar trý við 10% (19 atkv.)

Vit ynskja Christiani Høgna hjartaliga tillukku við heiðrinum og ynskja annars øllum liðinum góða eydnu í lykladystinum móti EB/Streymi við Løkin í kvøld.

Eftir dystin verður opnað fyri nýggjari atkvøðugreiðslu.

Líknandi tíðindi