Betri-liðini

Christian Høgni – dagsins maður móti B71


Christian Høgni bleiv greitt valdur til dagsins mann í dystinum móti B71 tann 23. oktober. Vit vunnu størsta sigurin í ár – 9-1 – og Føroya besti áleypari skjeyt ikki færri enn 5 mál í dystinum. Hann fekk heili 56% (149 atkv.) av teimum íalt 267 givnu atkvøðunum.

Heðin gjørdist nummar tvey við 9% (23 atkv.), og okkara ungi evnaríki málmaður Kristian, sum fekk debut hendan dagin, nummar trý við 8% (21 atkv.)

Vit ynskja Christiani Høgna hjartaliga tillukku við heiðrinum, og vóna at síggja teir allar aftur í spennandi dystum við Løkin næsta ár.

Stóra tøkk fyri, at tit hava verið so røsk at atkvøða alt ár!

[poll id=”29″]

Líknandi tíðindi