Steffan Abrahamsson Løkin nýggjan 2-ára sáttmála

Steffan Abrahamsson Løkin nýggjan 2-ára sáttmála

22-ára gamli áleyparin hevur í dag skrivað undir ein nýggjan 2-ára sáttmála við barndómsfelagið. Steffan hevur eftirhondini drúgvar royndir, hóast sín unga aldur. Hann hevur spælt 23 dystir fyri okkara ungdómslandslið. Hann hevur 86 dystir í bestu deildini, og um vit telja 1. deild og løgmanssteypið við, so hevur hann spælt heili 159 dystir, har…

NSÍ Ungdómsveitsla

NSÍ Ungdómsveitsla

Sunnudagin 15. oktober varð ungdómsveitlsa fyri ungdómin hjá NSÍ. Nógv børn møttu upp til veitsluna, ið hesa ferð var hildin í Bylgjuni. Á skránni var matur, tónleikur, nógv ymisk spøl, og eisini komu leikarar frá bestu liðnum hjá kvinnum og monnum á vitjan, og ungdómurin slapp at atkvøða hvønn tey hildu vera best, kulast og…

Fýra Steypavinnarar á A-landsliðnum

Fýra Steypavinnarar á A-landsliðnum

A-landsliðið hjá kvinnum skal síðst í hesum mánanum spæla tveir dystir. Báðir dystirnir eru í Føroyum. Fyrst verður spælt í móti Aserbadjan, 27. oktober kl. 14.00 við Djúpumýru í Klaksvík, og síðani í móti Kýpros á Tórsvølli, 31. september kl. 18.00. 22 leikarar eru úttiknar, og har av fýra steypavinnarar. Frá NSÍ eru Rúna Olsen,…

Jonnhild á Sondum á WU19-landsliðnum!

Jonnhild á Sondum á WU19-landsliðnum!

Mynd: Hjalmar Jóhan Juul Pætur S. Clementsen, høvuðsvenjari hjá WU19-landsliðnum, hevur úttikið tær 20, ið skulu mynda hópin til EM undankapping í Belgia 25. – 31. oktober. Millum tær 20 er ein av steypavinnarunum, Jonnhild á Sondum, úr NSÍ úttikin. Avbjóðingin hjá WU19-landsliðnum er stór. Tær tryggjaðu sær seinast, við a vinna bólkin í fjør,…

Kom og enduruppliv stemningin saman viđ okkara hetjum týskvøldið klokkan 18:00!

Kom og enduruppliv stemningin saman viđ okkara hetjum týskvøldið klokkan 18:00!

Mynd: FSF Kom og enduruppliv stemningin saman við okkara hetjum! Týsdagin kl. 18.00, bjóðar felagið viðhaldsfólkum eina enduruppliving av steypafinaluni leygarkvøldið, har vit saman við kvinnunum kunnu hyggja at og njóta dystin. Løtan byrjar við, at borgarstjórin heilsar steypavinnarinum. Vit bjóða grýturætt, kaffi, køkur og rís’a’la mande. Hjartaliga vælkomin øll somul at heiðra okkara hetjum…

Steypafinalu-vikuskifti!

Steypafinalu-vikuskifti!

Í morgin, leyagrdagin 07.oktober, er stórt steypafinalu-vikuskfiti á Tórsvølli. Í NSÍ hava vit tvey lið í finalunum. Eina liðið er í U17 dreingja finaluni, meðan tann seinna finalan hjá NSÍ, er steypafinalan hjá kvinnunum! Í U17 dreingja finaluni er HB mótsstøðu liðið hjá NSÍ. Dysturin byrjar kl 16:00. Í finaluni hjá kvinnunum er tað KÍ,…

Tveir NSÍ´arar á U19 landsliðnum

Tveir NSÍ´arar á U19 landsliðnum

Høvuðsvenjari, Øssur Hansen, hevur úttikið 20 leikarar til venjingarkapping í Spania. Ímillum teir 20 leikarnar eru Jón Petur Thomsen og Teitur Knudsen úr NSÍ. Báðir tveir hava leikt við besta mansliðnum í ár. 17 ára gamli málverjin, Jón Petur, avloysti Kristian Joensen, meðan hann var úti við skaða, og 18 ára gamli miðvallarin, Teitur Knudsen,…

NSÍ og Sámal Erik Hentze leingja ikki sáttmálan sínamillum.

NSÍ og Sámal Erik Hentze leingja ikki sáttmálan sínamillum.

Besta mansliðið hjá NSÍ hevur, sum kunnugt, longu tryggjað sær sætið aftur í bestu deildini. Sáttmálin millum NSÍ og Sámal Erik Hentze gongur út eftir hetta kappingarárið. Partarnir eru longu nú samdur um, at Sámal Erik ikki verður venjari hjá NSÍ næsta kappingarár. Sum avleiðing av hesum – nú uppflytingin longu er tryggjað – eru…