U16 vann 4-0 uttan hóvasták

U16 vann 4-0 uttan hóvasták

Eftir summarsteðg í ein mánaða fór bólturin aftur á rull leygardagin. Okkara liggja sera væl fyri í kappingini, og teir møttu samansetta liðnum EB/Streymur/Skála, sum liggur miðskeiðis í deildini. Í fagrastu líkindum floytaði dómarin, Christian Høgni Jacobsen, dystin við Løkin í gongd. Og tað var alt fyri eitt, at okkara løgdu trýst á. Álopini skolaðu…

Stórsigur á Ólafsfirði.

Stórsigur á Ólafsfirði.

Sunnudagin var maðurin við topphúgvuni aftur á Ólavsfirði. Hesaferð sum venjari hjá einum ungdómsliði hjá NSÍ. NSÍ hevur skipað ungdómsarbeiðið væl seinastu mongu árini, og nú kunnu vit so smátt heysta fruktirnar av tí. Í hesum dögum er eitt U18 lið hjá felagnum í Íslandi á venjingarlegu. Hetta liðið gjördist FM vinnari í 2014, tá…

Av jóansøku við “pokali”.

Av jóansøku við “pokali”.

U16 dreingirnir hjá NSÍ styrktu leygardagin um støðu sína í landskappingini við einum knúsandi 9-0 sigri á TB á jóansøku. Hóast dysturin varð leiktur í Trongisvági, so høvdu okkara dreingir fleiri viðhaldsfólk, enn mótstøðuliðið hevði í góðveðrinum við Stórá. Tað er góður stuðul. 1-0 bleiv tað eftir horna. Bólturin endaði hjá Rana, sum smekkaði til,…

U16 bastu aftur Víkingi

U16 bastu aftur Víkingi

Seinasta vikuskiftið vunnu okkara dreingir ein sannførandi sigur á 4-1 móti Víkingi. Hetta var hálvfinalan í steypakappingini, og tryggjaðu teir sær atgongd til finaluna. Leygardagin møttust somu lið á sama stað. Tí kundi ein væntað, at NSÍ fór at vera omaná, tá síðsta bríkslið ljóðaði. Dystir kunnu tó blíva ymiskir. Okkara stýrdu dystinum frá byrjan…

U16 í steypafinaluni!

U16 í steypafinaluni!

Í kuldanum leygardagin vunnu okkara dreingir sannførandi á grannunum hinumegin Gøtueiðið. Talan var um hálvfinaluna í steypakappingini, og var dysturin ein endurtøka av finaluni í fjør, tá ið Víkingur vann 1-0. Hesaferð vóru vit omaná – ruddiliga. Roknað var við tøttum dysti við Løkin. Víkingur vann seinasta vikuskiftið 4-1 á B36, sum er eitt av…

Leikarin: Hákun

Leikarin: Hákun

Navn: Hákun Edmundsson Føddur: 21.03.96 Hagtøl hjá Hákun á faroesoccer.com Stað á vøllinum? Mitt á miðjuni Høgra ella vinstra bein? Høgra Hvat vilt tú vera kendur fyri á vøllinum? Eg vil fegin vera kendur fyri at gera ein ordiligan innsats hvønn dyst. Títt fyrsta fótbóltsminni? Tað er, tá vit plagdu at fara á vøllin á…