Tíðindi

Unglingar: NSÍ-KÍ 2-0

Toppuppgerð í Unglingadeildini varð spæld við Løkin í dag. NSÍ tók móti KÍ, og høvdu hesi bæði liðini vunnið allar sínar dystir í landskappingini higartil. Úrslitið gjørdist 2-0 til NSÍ. Málini skoraðu Arni Gregersen og Per Langgaard. Sera flott avrik dreingir! Johnny Lamhauge hevur sent okkum nakrar myndir frá dystinum í dag. [nggallery id=42]

Tíðindi

Viljormur in Action

Áki Leitisstein Hansen tók hesar myndirnar leygardagin, tá ið U-19 liðini hjá AGF og OB spældu í Århus. Millum leikararnar á vøllinum var Viljormur Davidsen, og uttanfyri vøllin saman við honum stóð Heri Hansen Nesá. Heri spælir á næstbesta liðnum hjá AGF. Dysturin millum U-19 liðini hjá AGF og OB endaði 1-0 til útiliðið, og…

Tíðindi

Old boys eirindaleysir í Klaksvík

Stuttligt er at tað gongur væl hjá flaggskipinum hjá felaginum, og mugu teir halda áfram við hesum. Men teir gomlu í felaginum kunnu eisini. Old Boys liðið var undir leiðslu av landsliðsvenjarinum Jens Martin Knudsen í Klaksvík um vikuskiftið og spældu, og ikki kann annað sigast enn at tað gekk bara heilt væl. Fyrst var…

Tíðindi

Grassroots dagur mikudagin 19. mai 2010

Grassroots dagur mikudagin 19. mai 2010 Í sambandi við at UEFA Champions League finalan er leygardagin 22. mai 2010, so hevur UEFA útnevnt vikuna upp undir finaluna til Grassroots viku. Her skal fokus setast á Grassroots fótbólt og øll limalond verða eggjað til at hava ein serligan Grassroots dag í hesi vikuni. Grassroots fótbóltur verður…

Tíðindi

Smádreingir b&c: NSÍ-HB 3-6

NSÍ hevur 3 smádreingjalið við í landskappingini í ár. Eitt úrvalslið spælir á heilum vølli við 11 leikarum. Hini bæði liðini spæla á 3/4 vølli við 9 leikarum á hvørjum liði. Tey bæði liðini við 9 monnum skuldu spæla í Runavík í dag. Eftir ætlan skuldi HB møta við tveimum liðum, men eftirsum teir bert…