Felagsvenjing fríggjadagin kl 17.00!
Felagsvenjing fríggjadagin kl 17:00, og endar kl 18:00 ⚽ Nú tilmeldingardagurin hevur verið, so fara vit at byrja árið við felagsdegi/venjing fríggjadagin 06 mars ⚽🐝 Saman standa vit sterk🐝
Felagsvenjing fríggjadagin kl 17:00, og endar kl 18:00 ⚽ Nú tilmeldingardagurin hevur verið, so fara vit at byrja árið við felagsdegi/venjing fríggjadagin 06 mars ⚽🐝 Saman standa vit sterk🐝
Heidi Sevdal og Ansy Sevdal Jacobsen eru úttiknar til kvinnu landsliði í samband við ein vinardyst í móti Estlandi 9 mars á Tórsvølli kl. 20:00. Vit ynskja tykkum hjartaliga tillukku við úttøkuni
Eftir aðalfundin bleiv gjørt skjótt av, og sáttmálin ímillum NSÍ og Petur Knudsen er undirskrivaður. Petur er og verður NSÍ-ari og kunnu vit øll nú fegnast um tað. Vit ynskja Petur tillukku við sáttmálanum og bestu eydnu.
Aðalfundurin var í kvøld í hølinum. Á fundinum var rokniskapurin lagdur framm og góðkendur. Til val av starvsnevnd tóku Oddfríður Gardboo, Bergmann Finnsson og Oddvør Jacobsen ikki fyri afturvalið. Nýggj fólk í nevndini eru Búi Uni Jensen, John Mikkelsen og Ásfinnur Sigvardsen. Nevndin skipaði seg soleiðis: Dánial Hansen, formaður Bjartur Nolsøe, næstformaður Ásfinnur Sigvardsen,…
Aðalfundurin hjá NSÍ verður mánadagin 17 februar í NSÍ hølinum. Skrá sambært lógum felagsins. Eisini er uppskot um viðtøku broyting í felaginum, og tí verður eyka aðalfundur beint eftir aðalfundin, um aðalfundurin ikki er viðtøkuførur.
Jóhan Troest Davidsen hevur skrivað undir nýggjan 2 ára sáttmála við NSÍ. Jóhan er ein sera royndur leikari, hann hevur leikt yvir 300 dystir í bestu deildini, 14 dystir í Evropa og fleiri landsdystir fyri Føroyar. So Jóhan er avgjørt ein sera týdningarmikil leikari fyri NSÍ, og við sínum royndum kemur hann avgjørt at verða…
Jákup Mortensen verður venjari hjá U15 dreingjum og kemur at hjálpa til hjá U17 dreingjum. Venjingarnar fara í gongd í komandi viku, og koma dreingirnir at trena saman í byrjanuni.
Poul Helgi Jacobsen verður nýggjur samskipari hjá NSÍ. Poul Helgi hevur í mong ár verið ein góð hjálp í felaginum, og hevur altíð verið klárur við eini hjálpandi hond fyri NSÍ. Nú er so greitt at Poul Helgi kemur av verða samskipari í felaginum, hann kemur at taka sær av allari vanligari samskipan. Umframt kemur…
Nú er greitt at venjaratoymið er styrkt til komandi kappingarár. Eliesar Olsen og Rúni Rasmussen koma at verða partur av venjaratoyminum, og koma at hava ábyrgdina av 1 deild og U21 hjá NSÍ. Vit ynskja Eliesar Olsen vælkomnan til felagið, og ynskja honum og Rúna Rasmussen góða eydnu.
Nú er greitt at enn ein stórur profilur í føroyskum fótbólti fer at umboða NSÍ í 2020. Ansy Sevdal Jacobsen hevur eisini valt at koma heim til Løkin at spæla fótbólt, har hon byrjaði sítt fótbóltævintýr. Ansy er ein stórur profilur í føroyskum fótbólti og hevur hon spæl 228 dystir í bestu deildini (írokna steypakapping…