


Ongir áskoðarar til dystin leygardagin!
Nú kappingin byrjar aftur leygardagin 9. Mai, verður sum kunnugt tilmælt at hetta er uttan áskoðarar. Í hesum sambandi heitir NSÍ á áskoðarar, um ikki at møta til dystin móti TB. FSF hevur sent feløgunum tilmæli, hvussu kappingin fer í gongd aftur og avgjørt er, at fyribils skal Betri-deildin hjá monnum spælast uttan áskoðarar. NSÍ…

Margunn Lindholm spælir við NSÍ í 2020
Nú er greitt at enn ein stórur profilur í føroyskum fótbólti fer at umboða NSÍ í 2020. Margunn Lindholm hevur eisini valt at koma til Løkin at spæla fótbólt. Margunn er ein stórur profilur í føroyskum fótbólti, og hevur hon spælt 135 dystir í bestu deildini (írokna steypakapping og Womens Champions League), og hevur hesar…

Keyp árskort og stuðla NSÍ
Nú kappingin hjá Betri deildini byrjar aftur uttan áskoðarar, so kemur hettar sjálvandi at merkja minnið inntøkur til felagið. Ongar inntøkur fyri atgongumerkja sølu, kaffisølu og lutaseðlar í samband við heimadystir. Tí fara vit at bjóða øllum NSÍ viðhaldsfólki møguleikan at keypa árskort fyri at stuðla felaginum. Árskortið kann keypast Bókabúðini, og kostar tað 1000,-….

Euroleage 2020/2021 er avlýst, og NSÍ skal spæla í Champions leage!
UEFA hevur avgjørt at avlýsa Euro Leage kappingina 2020/2021 hettar merkir so at NSÍ fer ikki at spæla í Euroleage í summar. Michele Centenaro frá ECA ringdi til formannin og boðaði frá hesum í gjár. Grundin til avlýsingina er at kappingarnar kring Evropa eru ikki lidnar, so mótstøðuliðini eru ikki funnin áðrenn lutakasti tann 12…

NSÍ stovna 24 mars 1957
NSÍ var sett á stovn sunnudagin tann 24. mars í 1957, tá kvinnur og menn í Heiðunum og her á leiðini seg saman um nýtt ítróttarfelag, ið var tað fyrsta á eystara armi á Skálafjørðinum. Navnið var frá fyrstu løtu Nes Sóknar Ítróttarfelag, stytt NSÍ. Hóast sóknin fyri mongum árum síðani er farin í tvey,…

Kunning í samband við venjing hjá NSÍ
Sum øllum kunnugt so liggur allur fótbóltur í “pausu” í løtuni, og ongar venjingar eru í felaginum. Løgmaður hevur í dag melda út at soleiðis verður tað til annan páskadag, og tá verður ein nýggj støða tikin. Hettar tilmælið fer NSÍ at fylgja, og koma so ongar felagsvenjingar at verða á vøllinum við Løkin í…

Lutaseðilin er trektur!
Í dag 16 mars skuldi lutaseðilin trekkjast, og tað er hann. Vinnaratølini eru hesi: Nr 1: Gávubræv frá Atlantic Airways, seðil nr 151 Nr 2: Gávubræv frá Smyril-Line, seðil nr 238 Nr 3: Gávubræv frá Smyril-Line, seðil nr 185 Nr 4: Gávubræv frá Smyril-Line, seðil nr 316 Vinningarnir kunnu heintast við at ringja…

NSÍ avlýsur alla venjing!
NSÍ fylgir tilmælinun frá heilsumynduleikunum, og øll ungdóms venjing í felaginum verður avlýst, frá í dag og tvær vikur fram. Vit harmast um støðuna, men hettar er neyðugt fyri at minka um smittuvandan, og fyri at verja hvønn annan. Vit mugu øll standa saman um hetta, og heitt verður tí á øll um at vísa…

Flytingargluggin!
Kunning um flytingargluggan í ár. So er broyting (kravd av Fifa og Uefa) í, tvs at allir leikarar frá 15 ár og uppeftir, koma undir flytingargluggan. Tvs at aftaná 15 mars, so kunnu hesir leikarar ikki skifta felag. Tí hevur týdning á ár, at hava alt hettar skrásett innan 15 mars, tí tá stongir flytingargluggin,…