Fløgan hjá Sirikit til sølu
Í samband við stóru Gospel konsertina fríggjakvøldið á Eystanstevnu ber til at keypa nýggju vælumtóktu fløguna hjá Sirikit Jacobsen – “Lyftið” – í steðginum.
Í samband við stóru Gospel konsertina fríggjakvøldið á Eystanstevnu ber til at keypa nýggju vælumtóktu fløguna hjá Sirikit Jacobsen – “Lyftið” – í steðginum.
Fríggjakvøldið 18 juni, á Eystanstevnu, skipar NSÍ fyri stórari gospelkonsert í Løkshøll í Runavík. Talan verður um eina sera forkunnuga konsert, har Hallur Joensen, Sirikit Jacobsen, TOS og trioin Bill Justinussen, Torbjørn Jacobsen og Jógvan á Lakjuni, luttaka. Sum nakað heilt serligt, fáa áhoyrarnir høvi til, fyri fyrstu ferð, at hoyra Hall Joensen framføra úr…
Undir dystinum móti FC Suðuroy leygardagin fekk NSÍ handað eina Fair Play virðisløn. Svenski felagsskapurin Vänner af Färöisk Fotball letur á hvørjum ári ein sonevndan Fair Play Prize til tað liðið í føroysku Vodafonedeildini, ið hevur fingið fægst kort í einum kappingarári. Heiðurin var fyrstu ferð latin fyri kappingarárið 2009. Og tað vildi so til,…
Vinnararnir av Grassroots kappingunum vóru kunngjørdir fríggjadagin Fótbóltssambandið útnevndi mikudagin 19. mai at verða Grassroots dag. Í hesum sambandi varð ein roynd gjørd, at fáa so nógv fólk sum møguligt í Føroyum at spæla fótbólt sama tíðspunkt millum kl 11.00 – 14.00. Í hesum sambandi vórðu nakrar kappingar fyriskipaðar, og nú tá dagurin er farin…
NSÍ hevur nú stovnað ein twitterprofil. Twitter er ein sosial nettænasta, har til ber at skriva stutt boð og fáa boð frá øðrum, so hvørt boð verða løgd út. Tænastan er serliga góð til at senda skjót boð til nógv fólk, og fæst til teldur og fartelefonir. Tað er ókeypis at stovna sær ein twitter-profil….
Vodafone-liðið hjá felagnum spælir í nýggjum leikbúnum í ár. Í hesum sambandi hevur Berglon fingið hópin av leikbúnum og nýggjum frítíðarbúnum til sølu. Vit hava fingið ein av evnaríku ungu leikarunum í felagnum, Betuel Hansen, at vísa okkum nýggju búnarnar. Betuel spælir í smádreingjadeildini, hann spælir á miðvøllinum. Teir eru ósigraðir higartil í ár. Leikbúnin…
Nógv fólk nýttu høvi at leggja leiðina framvið Berglon, sum í dag skipaði fyri serligum NSÍ-degi. Til bar at keypa nýggju NSÍ-búnarnar og aðrar NSÍ-lutir, og samstundis vóru góð tilboð uppá eldri NSÍ-vørur. Spælarar av Vodafone-liðinum hjá NSÍ skrivaðu autografar til stóra gleði fyri tey møttu. Børnini og tey vaksnu fingu eisini okkurt gott frá…
NSÍ er vorðið limur í evropeiska felagsskapinum fyri fótbóltsfeløg, European Club Association, ECA. NSÍ og B36 eru higartil einastu føroysku umboðini í felagsskapinum. Felagsskapurin vaks úr G14-samstarvinum og varð formelt viðurkendur av UEFA og FIFA í 2008. ECA hevur 144 limafeløg úr teimum 53 limatjóðunum í UEFA. Formaður í ECA er fyrrverandi týski stórleikarin Karl-Heinz…
Norðoyar Sparikassi og NSÍ hava gjørt nýggja eitt ára stuðulsavtalu. Nýggja avtalan avloysir høvuðsstuðulssáttmálan, sum partarnir báðir høvdu árini 2006-2009. Høvuðsstuðulsavtalan við Norðoyar Sparikassa spældi týðandi leiklut í hesum minniríka tíðarskeiði felagsins, m.a. tá felagið gjørdist Føroyameistari í 2007. NSÍ fegnast um, at Norðoyar Sparikassi framvegis leggur lunnar undir virksemi felagsins. Við avtaluni við NSÍ,…
Vísandi til greinastubba á heimasíðuni hjá Norðlýsinum í dag, sum hevur verið endurgivin í størri og minni mun av øðrum miðlum, verður boðað frá, at NSÍ ikki er um at fara á húsagang. Eins og øll onnur feløg hevur NSÍ sínar avbjóðingar, eisini fíggjarligar, og arbeiðir nevndin við at loysa teir. Tað, ið undirritaði helt…