Endabrakið av spurnarkappingini: ”Av Skipanesi til Æðuvíkar” í kvøld
|

Endabrakið av spurnarkappingini: ”Av Skipanesi til Æðuvíkar” í kvøld

Í kvøld verður triðja og seinasta umfar av spurnarkappingini ”Av Skipanesi til Æðuvíkar” í Løkshøll í Runavík. Talan er um sjálva finaluna, um endabrestin. Hóskvøldið 28. apríl var annað umfar av trimum í festligu spurnarkappingini ”Av Skipanesi til Æðuvíkar”. Fyrsta umfar var skírishósdag, og var tað sera væleydnað. Úrslitið var, at Glyvrar og Saltangará svaraðu…

Frá Skipanesi til Æðuvíkar: Runavík og Æðuvík í semifinaluna
|

Frá Skipanesi til Æðuvíkar: Runavík og Æðuvík í semifinaluna

Hóskvøldið varð skipað fyri seinna innleiðandi umfari av spurnarkappingini frá Skipanesi til Æðuvíkar. Karmarnir í Løkshøll vóru sum altíð frálíkir. Aftrat spurnarkappingini vóru føstu innsløgini: frálíkar tónleikaframførðslur frá tónleikabreytini í 9. flokki, serútgávur av Vespureiðrinum – gestirnir hetta kvøldið vóru Harry Knudsen og Durita Joensen og Bjarki Danielsen og Sølvi Reinert Hansen – og drekkamunnur…

Nevndin umskipað seg
|

Nevndin umskipað seg

Starvsnevndin í NSÍ hevur á fundi fyrrakvøldið skipað seg av nýggjum við Ragnhild Knudsen sum forkvinnu. Ragnhild varð vald inn í nevndina á aðalfundinum í februar, og sat áðrenn sum varalimur í nevndini eins og hon hevur verið virkin í virksemi felagsins í fleiri ár. Sølvi Reinert Hansen, sum hevur verið formaður síðani februar 2010,…

Dystaryvirlit vika 17/18

Dystaryvirlit vika 17/18

Niðanfyri er yvirlit fyri heima og útidystir í hesi vikuni og fyrst í næstu viku. Heimadystir: 15.00 1. deild menn NSÍ – VÍK Sunnudagin 1/5 19.30 Unglingar NSÍ – HB Mánadagin 2/5 18.00 Vodafone NSÍ – EB/Str    (Steypakapping) ¼ finala Mikudagin 4/5 17.00 3  deild menn NSÍ a – FC Suðuroy Leygardagin 30/4 Runavík 15.00…

Annað umfar av “Av Skipanesi til Æðuvíkar” í Løkshøll Hóskvøldið kl. 20.00
|

Annað umfar av “Av Skipanesi til Æðuvíkar” í Løkshøll Hóskvøldið kl. 20.00

Hóskvøldið 28. apríl verður annað umfar av trimum í festligu spurnarkappingini ”Av Skipanesi til Æðuvíkar”. Fyrsta umfar var skírishósdag, og var tað sera væleydnað. Úrslitið var, at Glyvrar og Saltangará svaraðu seg víðari til hálvfinaluna, sum verður hóskvøldið 5. mai í Løkshøll í Runavík. Teir báðir vertirnir, Jonhard Hansen og John Andersen, leiddu á sín…

Stak væleydnað tiltak í Løkshøll Skíriskvøld
|

Stak væleydnað tiltak í Løkshøll Skíriskvøld

Skíriskvøld var Løkshøll karmur um fyrsta umfar av spurnarkappingini “Frá Skipanesi til Æðuvíkar”. Eini 200 vælupplagdir áskoðarar vóru komnir at síggja lið úr Saltangará, av Skipanesi, úr Lamba og av Glyvrum kappast um at koma víðari til finaluna, sum verður hóskvøldið 5. mai. Tað eru góðar kreftir, ið brenna fyri NSÍ, sum høvdu tikið stig…

Festligt tiltak í Løkshøll
|

Festligt tiltak í Løkshøll

Komandi trý hóskvøldini verður skipað fyri festligum tiltaki í Løkshøll í Runavík. Tað eru lokalir fyriskiparar, sum skipa fyri spurnarkapping millum bygdirnar av Skipanesi til Æðuvíkar. Tað er samstundis heitið á tiltakinum: ”Av Skipanesi til Æðuvíkar”. Fyrsta umfarið verður í Løkshøll skírishóskvøld kl. 20. Endamálið við tiltakinum er mangt og hvat. At samansjóva fólkið í…

Tilmeldingardagur í Sportmaster væleydnaður

Tilmeldingardagur í Sportmaster væleydnaður

Mikudagin 6 apríl var tilmeldingardagur fyri yngru deildirnar í handlinum hjá Sportsmaster i Runavik. Umleið 150 børn brúktu høvið at tilmeldað seg til felagið hendan dagin. Sportsmaster hevði fleiri góð tilboð sum foreldur og børn tóku væl undir við. Jens Marni Hansen undirhelt við sangi og Vodafoneleikarnir skrivaðu autografar til børnini. Teir leikarar á ungdómsliðunum…

Venjingartíðir 2011

Venjingartíðir 2011

Yvirlit yvir venjingartíðirnar í 2011 og venjarar á ymisku liðunum, eru nú løgd á heimasíðuna. Fara á bjálkan ovast og trýst á Venjingartiðir og venjarar. Tað er møguligt at onkrar rættingar verða gjørdar ávegis i venjingartíðunum. Trongligt kann ávísar tíðir – serliga millum 16.00-18.00. Tí er tað neyðugt at venjarnir vísa góðan samstarvsanda soleiðis at øll fáa…