Fyrsta almenna futsal kappingin í Føroyum eydnaðist væl

Fyrsta almenna futsal kappingin í Føroyum eydnaðist væl

Fyrsta almenna futsal kappingin varð hildin í dag í Ítróttarhøllini í Runavík. Sí eisini myndirnar niðanfyri. Sum fyriskipari av kappingini skrivaði NSÍ tí føroyska fótbóltssøgu í dag og tað eru vit sera errin av. Sjey smádreingjalið luttóku í aldursbólkinum f. 1998-99. Liðini vóru hesi: EB/Streymur LF úr Hoyvík FC Hoyvík Víkingur NSÌ Birmingham úr Runavík…

Eik Cup 2011: Stak væl eydnað innandurafótbóltskapping

Eik Cup 2011: Stak væl eydnað innandurafótbóltskapping

Heili 60 lið vóru við í innandurafótbóltskappingini Eik Cup 2011, sum varð hildin í gjár í Ìtróttarhøllini í Runavík. Byrjað varð leygarmorgunin kl 09.00 og hildið varð áfram til umleið kl 23.00 um kvøldið. Tey trý ovastu liðini í hvørjum aldursbólki vóru: Sí myndir av vinnarunum. Pinkulingar: Gull – Barca Silvur – Barcelona Bronsa –…

Eik Cup 2011. Innandurafótbóltskapping í Runavík 5-6 november

Eik Cup 2011. Innandurafótbóltskapping í Runavík 5-6 november

Ungdómsnevndin hjá NSÍ skipar fyri innandurafótbóltskapping í Ítróttarhøllini í Runavík vikuskiftið 5-6 november. Kappingin verður fyri dreingjalið í aldursbólkunum pinkulingar til og við dreingir og pinkum í gentudeildini. Aldursbólkar: Pinkulingar f.2004-2005Smápiltar f.2002-2003Piltar f.2000-2001 Smádreingir f.1998-1999 Dreingir f. 1996-1997 Pinkur f. 2002-2005 Við liðunum dreingir 14-16 ár eru 4 leikarar, málverji íroknaður. Við øllum hinum liðunum…

U-17 landsliðið fekk javnleik í síðsta dystinum í EM undankappingini

U-17 landsliðið fekk javnleik í síðsta dystinum í EM undankappingini

Ì seinasta dystinum hjá U-17 landsliðnum í EM undankappingini í Luxemborg, fekk Føroyar í kvøld javnleik móti vertstjóðini Luxemborg. Dysturin endaði 1-1 eftir at hálvleiksstøðan var 0-0. Føroyar løgdu seg á odda 1-0 í 49 min við einum frísparki sum Jón Àki Jacobsen úr FC Suðuroy hegnisliga setti í netið. Hetta var ein góð føðingardagsgáva sum evnaríki…

U-17 landsliðið. Keðiligt tap móti Norðurírlandi

U-17 landsliðið. Keðiligt tap móti Norðurírlandi

Føroyska U-17 landsliðið, sum í hesum døgum luttekur í EM undankapping í Luxemborg, tapti aftur í dag.  Endaliga úrslitið gjørdist eitt 2-0 tap móti Norðurírlandi. Støðan í hálvleikinum var eisini 2-0. Endaúrslitið kundi verið betri, høvdu føroyingar ikki brent brotspark í síðsta min í fyrra hálvleiki. Rasmus Sørensen varð feldur av norðurírska málverjanum, sum fekk…

Ungdómsdeildin fingið peningagávu frá Magn

Ungdómsdeildin fingið peningagávu frá Magn

À NSÌ samkomu, leygarkvøldið handaði Àbraham Løkin søluleiðari vegna Magn, ungdómsdeildini ein kekk áljóðandi 15.000 kr. Egil Olsen formaður í ungdómsnevndini, takkaði Magn fyri stuðulin og segði at ungdómsdeildin fer at brúka hendan til framhaldandi menning av ungdómsleikarunum hjá felagnum. Fyrr í ár stuðlaði eisini Magn ungdómsdeildini fíggjarliga og fleiri av okkara yngru liðum bera Magn lýsing á…

Seyðaseðilin hjá NSÍ

Seyðaseðilin hjá NSÍ

Hesir hava vunnið. Seðilnr 2330. Krov frá Magnus Rasmussen Seðil nr 0284 Krov frä Tórálvur Danielsen Seðil nr 2035 Krov frá Jógvan Elis Davidsen Seðil nr 1378 Krov frá Benny Hansen Seðil nr 4106 Krov frá Dann Olsen Seðil nr 3397 Krov frá Ingvard Lamhauge Seðil nr 1223 Krov frá Niels Weihe Seðil nr 1256…

Harry Knudsen: Ársins ungdómsvenjari

Harry Knudsen: Ársins ungdómsvenjari

Á hugnaligari samkomu í kvøld, fyri ungdómsvenjarunum hjá felagnum, varð Harry Knudsen, valdur til ársins ungdómsvenjara 2011. Í grundgevinginum fyri at velja Harry, legði ungdómsnevndin, dent á hesi viðurskiftir. 1. Ein støðugur venjari sum hevur vant í fleiri ár samanhangandi 2. Ein venjari sum hevur víst serstaka gott hegni sum “coach” 3. Ein venjari sum…

Meinhard Olsen úttikin til U-17 landsliðið

Meinhard Olsen úttikin til U-17 landsliðið

U17 landsliðsvenjararnir, Áki Johansen og Pól F Joensen, hava úttikið teir 18 leikararnar, sum skulu manna føroyska hópin til komandi  EM undankapping fyri U17 landslið í Luxembourg. Tann bert 14 ára gamli Meinhard Olsen úr NSÌ, er millum teir 18 leikararnar sum venjarnir hava úttikið til U-17 landsliðið. Hann er yngsti leikarin á U-17 landsliðnum….