Árskortið 2023
Nú er møguleiki at keypa NSÍ-árskortið. Kortið kann keypast við at seta seg í samband við Stig Davidsen, tlf. 597230. Kostnaðurin fyri árskortið er kr. 800,-, og gevur atgongd til allar heimadystirnar hjá NSÍ í 2023.
Nú er møguleiki at keypa NSÍ-árskortið. Kortið kann keypast við at seta seg í samband við Stig Davidsen, tlf. 597230. Kostnaðurin fyri árskortið er kr. 800,-, og gevur atgongd til allar heimadystirnar hjá NSÍ í 2023.
Klæmint leingir sáttmálan við NSÍ – og verður útleigaður til íslendsku meistararnar. Mest skorandi leikarin nakrantíð í føroyskum fótbólti hevur skrivað undir tvær nýggjar avtalur. Avtalan við NSÍ verður longd til 2024, og síðani verður Klæmint leigaður út til íslendska meistaraliðið Breiðablik næsta kappingarár. Tað hevur verið prátað nógv um framtíðina hjá Klæminti, ið nú…
Ein NSÍ’ari er í hópinum, sum U17 landsliðsvenjarin Eyðun Klakstein hevur úttikið til EM-undankappingina í Portugal —————— Skrivað hevur fsf.fo: Tað verður undir portugisisku sólini og í væl heitari umstøðum samanborið við veðurlagið her heima, at U17-landsliðið við dreingjum seinni í hesum mánaðinum fer til EM-undankapping í Portugal. Umframt Føroyar og vertslandið verða Slovenia og…
Aðalfundurin hjá NSÍ hevur verið í kvøld. Dánial Hansen og Bjartur Nolsøe stóðu fyri valið, og tóku báðir við afturvalið, og blivu báðir valdir. Ann Mary Nolan og Jóna Kristiansen vóru báðar afturvaldar sum eykalimir. So tað er greitt at øll nevndin forsetur í felagnum, og nevndin skipaði seg beinavegin eftir aðalfundin, og er ongin…
Allan K Jepsen er nýggjur høvuðsvenjari hjá NSÍ. Allan er 43 ára gamal, og hevur nógvar royndir sum leikari, hann hevur spælt í Danmark, Týsklandi, Hollandi, Svøríki og Scotlandi á hægsta støði. Allan hevur sum venjari verið partur av ungdóminum hjá AGF, hjálparvenjari hjá AGF og AaB í bestu donsku deildini. Allan passar…
Seyðaseðilin er trektur. Um tú hevur vunnið, so ring til Stig Davidsen, tlf nr 597230. NSÍ takkar fyri stuðulin 💪🐝💛😃 Sí myndina.
Uppfylgjandi tíðindi Tað eydnaðist ikki hjá Glenn og NSÍ at finna eina semju, um framhaldandi samstarv í ár og fyri 2021, og tískil valdi NSÍ at enda samstarvið við Glenn Ståhl. Vit í NSÍ vilja takka Glenn fyri avrikið og góða úrslitið í Europa League. NSÍ ynskir Glenn Ståhl alt tað besta framyvir.
Samstarvið ímillum NSÍ og Glenn Ståhl er enda. NSÍ ynskir at takka Glenn fyri tíðina og arbeiði hann hevur gjørt í NSÍ, og vit ynskja Glenn alt tað besta framyvir. Ein lokal venjaraloysn er sett at taka sær av NSÍ liðnum, inntil ein onnur loysn er funnin. Nevndin hevur ikki fleiri viðmerkingar.
Ungi og evnaríkið leikarin hevur skriva undir sín fyrsta sáttmála við NSÍ. Jørgin hevur í ár veruliga gjørt vart við seg á 1 deild, har hann hevur skorað 10 mál fyri NSÍ. Jørgin kom eisini á vøllin í Betri deildini leygardagin í dystinum ímóti Eb-Streymur. Jørgin Nielsen er 16 ára gamal, og er ein…
Betuel Hansen hevur longt sáttmálan við NSÍ. Betuel hevur í ár havt eitt sera gott kappingarár, og er ein av berandi kreftunum á NSÍ liðnum. Hóast unga aldurin, so hevur Betuel longu spælt 97 dystir fyri besta liðið hjá NSÍ, umframt steypakapping og Evropa dystir. Vit fegnast um at Betuel Hansen hevur longt sáttmálan, so…